Landsverk hevur í ár latið gjørt sína fyrstu ársfrágreiðing nakrantíð í stovnsins søgu. Ætlanin er, at ársfrágreiðingin nú verður afturvendandi
á hvørjum ári.
Endamálið við frágreiðingini er at skapa opinleika og innlit í, hvussu stovnsins játtan verður nýtt.
Harumframt hava vit í ársfrágreiðingini lýst nakrar størri verkætlanir og sagt eitt sindur um stovnin sum heild, so at fólk fáa betri innlit í okkara sera fjølbroytta og spennandi virksemi.
Vit hava valt ikki at prenta hesa frágreiðing, men at hava hana tøka her á heimasíðuni ístaðin.
Ársfrágreiðing kann heintast her: Arsfragreiding.pdf (5,95 MB)