08-10-2009
Arkitekturdagurin: Skráin
ARKITEKTURDAGUR: Í sambandi við altjóða arkitekturdagin, skipar Arkitektafelag Føroya í morgin fyri ymiskum áhugaverdum tiltøkum. Arkitektarnir á Landsverki bjóða øllum vælkomnum inn á Landsverk til forvitnisliga framsýning umframt ein busstúr niðan í Hundsarabotn.

Nógv áhugavert verður á skránni, tá ið Arkitektafelag Føroya í morgin letur hurðarnar upp fyri ymiskum framsýningum og tiltøkum runt um í Havnini.

Skráin
Kl. 16.00: Ein størri framsýning verður á Reinsarínum, har fleiri arkitektateknistovur, Árni Winther Arkitektar, MAP Arkitektar, Selmar Nielsen Arkitektar, Fuglø Arkitektar, A99 Arkitektar, Albert Isfeld, Gudmund S. Hansen og Kontrast Arkitektar, fara at sýna fram síni avrik. Framsýningin er opin fríggjadagin 9. oktober millum kl. 16.00-19.00. Leygardagin er opið kl. 12.00-18.00 og sunnudagin kl. 14.00-18.00.

Kl. 16.45: Busstúrur niðan í Hundsarabotn, sum arkitektar á Landsverki skipa fyri.

Kl. 17.00: Eygleiðing, skjalfesting og viðmerking. Børn sýna fram arkitekturmyndir í N. Finsensgøtu 7 (hølunum gl. Joto). Framsýningin er opin fríggjadagin 9. oktober kl. 17.00-19.00, leygardagin kl. 12.00-18.00 og sunnudagin kl. 14.00-18.00.

Kl. 13.00-19.00: Landsverk hevur framsýning í forhøllini á Tinghúsvegi 5, har arkitektar á Landsverki sýna fram teirra arbeiðið.

Framsýningin á Landsverki
Á Landsverki hava arkitektarnir havt úr at gjørt seinastu dagarnar við fyrireikingunum til Arkitekturdagin í morgin. Tey hava arbeitt saman um at fáa eina minni framsýning í forhøllini á Landsverki upp at standa. Harumframt hava tey lagt eina heldur øðrvísi bussferð niðan í Hundsarabotn til rættis.

Á framsýningini fara tey at varpa ljós á orkusparandi tiltøk og á arbeiðið við at smíða eina føroyska landsbyggireglugerð. Víst verður somuleiðis á, hvat Landsverk annars arbeiðir við á arkitektaøkinum. Framsýningin á Landsverki er opin fyri almenninginum frá kl. 13 - 19.00 í morgin.

Rundvísing í Hundsarabotni
Klokkan 16.45 fara bussar frá framsýningini á Reinsarínum niðan í Hunsarabotn. Øll, sum hava áhuga í at uppliva hetta heilt serliga og hugvekjandi rúm, eru hjartaliga vælkomin.


Roknast kann við, at vitjanin í Hundsarabotni tekur umleið 1½-2 tímar samanlagt við bussferðini. Á heimleiðini steðga bussarnir uttan fyri Tinghúsveg 5, so fólk hava møguleikan at fara beinleiðis inn at síggja framsýningina á Landsverki og fáa sær ein heitan kaffimunn.

Landsverk ynskir øllum ein góðan "Arkitekturdag"!

Úrslit: