07-09-2022
Arkitektakappingin um Tjóðleikhús Føroya er liðug
Mynd frá leikinum Gentukamarið (mynd: Finnur Justinussen)
Uppskotini til nýtt tjóðleikahús eru nú komin inn og verða øll uppskotini víst fram fyri almenninginum.

Nú hevur almenningurin møguleika at síggja innkomnu uppskotini til nýtt Tjóðleikahús. Uppskotini verða víst fram í Mullers Pakkhúsið, Sigmundargøta 21, Tórshavn.

Opið verður soleiðis: Fríggjadagin 9. septembur, frá kl. 15 - 17:00 og leygardagin 10. septembur millum kl. 13 - 17. Eisini verður opið mánadagin til mikudagin 12. - 14. septembur millum 13 - 17:00.

Øll eru vælkomin. 

Úrslit: