12-12-2013
Arbeiðstøk hava gjørt fríøki á Eirargarði
Í dag lat eitt nýtt fríøki upp fyri búfólk á Eirargarði í Havn. Talan er um eina verkætlan, sum ALS hevur sett saman, og sum er gjørd í samstarvi við Eirargarð, Tekniska Skúla, Almannamálaráðið, Landsverk og J&K Petersen.

Góðar royndir frá tveimum undanfarnum verkætlanum fekk ALS undir eina triðju verkætlan av sínum slagi fyri arbeiðstøk. Tilboðið til tey arbeiðstøku er eitt handverkaraskeið, sum fevnir um undirvísing og upplæring á timburdeildini á Tekniska Skúla í Havn

 

Verkætlanin er tann triðja í røðini, har ALS bjóðar arbeiðsleysum borgarum at taka eitt tríggjar mánaðar langt timburskeið á Tekniska Skúla í Havn, har tey bæði læra at tekna, arbeiða við timbri og gera eina størri verkætlan. 

 

Verkætlanin á fyrsta skeiðnum var at gera eitt bygdarsavn í Kvíkvík. Onnur verkætlanin var at innrætta part av niðurløgdu smoltstøðini á Selatrað, sum Skótadeplinum fekk frá Bakkafrost fyri nøkrum árum síðani.

Hesaferð er talan um at gera eitt fríøki til íbúgvar á Eirargarði í Havn.

 

- Treytirnar til hesar verkætlanirnar eru, at tær skulu vera samfelagsgagnligar, men at tær mugu ikki vera kappingaravlagandi fyri vinnuna, sigur Magni á Deild Olsen, stjóri á ALS. 

 

Stjórin sigur seg fegnast um tað góða samstarvið, sum hevur verið millum partarnar í verkætlanini. 

 

Tekniski Skúli hevur lagt hølir til og staðið fyri undirvísingini, Almannamálaráðið hevur latið fíggjarligan stuðul til tilfar, Landsverk hevur planerað fríøkið, og privata fyritøkan J&K  Petersen hevur verið sera lagalig í mun til betongið, sum er lagt á lendið.
 

Fríøkið á Eirargarði verður tikið í nýtslu í dag klokkan 15.30, har umboð fyri ALS og samstarvsfelagarnar fara at greiða frá verkætlanini.

Úrslit: