Ein arbeiðsmaður hjá Landsverki fekk ein stein á seg og breyt fótablaðið. Maðurin varð fluttur á sjúkrahús.
Óhappið hendi tá menn vóru inni í tunlinum og skrótaðu beint eftir døgverða mánadagin. At skróta merkir at loysa leyst grót undan tunnilsloftinum.
Sprongt verður út fyri nýggjum tunnilsportalum í Kalsoynni. Óhappið hendi eftir at teir høvdu skotið og menn vóru farnir inn at reinsa loftið í tunnilsmunnanum fyri leyst grót.
Arbeiðseftirlitinum hevur verið á staðnum og ein eftirlitsfrágreiðing verður nú skrivað um tilburðin.
Heini Eysturoy, leiðari á Vegadeildini hjá Landsverki sigur, at arbeiðsóhapp í sambandi við tunnilsgerð eru sjáldsom. Stovnurin virkar eftir teimum forskriftum, sum eru galdandi fyri trygdararbeiði og roynir alla tíðina at betra um mannagongdirnar fyri tunnilsarbeiði.