17-05-2005
Arbeiðið uppá Løgtingshúsið bjóðast út

Nú bjóðar Landsverk til sonevnda prækvalifikatión uppá 3 byggistig av Løgtingtingshúsinum. Hetta merkir, at førleikin hjá fyritøkum, ið ynskja at bjóða uppá arbeiðið, verður mettur. Arbeiðið fevnir um timbur- og snikkaraarbeiði, HVS- og el-arbeiði.

Lýsing kemur í bløðini ein av komandi døgunum og kann eisini lesa her á heimasíðuni. Les her.

Freistin at bjóða seg fram er sett til 2. juni 2005. Áheitanir um at geva tilboð verða sendar út 20. juni 2005, og 15. august 2005 verður útbjóðingartilfarið sent út.

Úrslit: