04-03-2005
Arbeiðið í Leynatunlinum

Mánadagin 7. mars 2005 verður farið undir at tryggja loftið í Leynatunlinum. Arbeiðið er mett at vara í umleið tríggjar mánaðir.

Í hesum sambandinum verður tunnilin stongdur fyri allari ferðslu mánadag til fríggjadag millum kl 08.00 og kl 19.00.

Meðan arbeitt verður, verður koyrt eftir gamla vegnum fram við Leynavatni.
Vegurin fram við Leynavatni er einsporaður, og eru tí ferðsluljós sett upp at stýra ferðsluni. Roknast kann við bíðitíð upp í 10 minuttir. Heitt verður í hesum sambandi á fólk um at sýna størsta varsemi og tolsemi.

Úrslit: