Lisitatiónin um Fiskivinnuskúlan í Vestmanna var hildin á Landsverki 17. oktober, 2006. Sum kunnugt komu nógv boð inn uppá fakarbeiðstøkurnar, meðan bert eitt boð kom inn uppá stórarbeiðstøkuna.
Vegna ov høgan prís (18 mió) í mun til kostnaðarmetingina (10 mió.) og ov lítla kapping, er lisitatiónin uppá stórarbeiðstøkuna nú annulerað. Stórarbeiðstøkan verður tí boðin út av nýggjum - hesaferð í innbodnari lisitatión.
Hini tilboðini uppá fakarbeiðstøkurnar samsvaraðu hinvegin væl við kostnaðarmetingarnar.