Altjóða arkitekturdagur
Altjóða arkitekturdagurin 9. oktober er eitt afturvendandi tiltak, sum UIA, ein altjóða felagsskapur fyri arkitektar, skipaði fyri á fyrsta sinni í 1985. Dagurin hevur síðan verið hildin á hvørjum ári um allan heim. Í ár er so ætlanin at halda hendan dagin fyri fyrstu ferð í Føroyum, og skal tað eisini her vera eitt afturvendandi tiltak á hvørjum ári, har føroyskir arkitektar varpa ljós á byggilist í Føroyum og aðrastaðni.
Tilvitan um byggilist
Á arkitekturdegnum her í Føroyum ætla arkitektar millum annað at vísa á nýggja føroyska byggilist og upplýsa um, hvørja støðu føroyskir arkitektar hava til eitt nú hugtakið burðardygd. Byggilistin er ein týðandi partur í samfelagsmenningini. Hon tulkar tíð og stað, vísir á nýggj hugarák og nýggja tøkni. Føroyskir arkitektar vilja við hesum degi lata upp fyri síni vitan, sjónarmiðum og avrikum, so almennu Føroyar kunnu fáa betri innlit í og gerast meiri tilvitað um, hvat byggilist er.
Altjóða yvirlýsingin hjá UIA fyri arkitekturdagin 2009 er "Architects energy versus global crisis". Arkitektafelagið í Føroyum hevur valt at kalla høvuðsevnið á arkitekturdegnum í Føroyum "Burðardygd, siðvenja og tøkni".
Landsverk opið hús og rundvísing í Hundsarabotni
Í komandi viku fara føroysk arkitektavirkir at vísa fram verkætlanir á Reinsarínum í Havn. Á Landsverki hava tey eisini fyrireikað seg til stóra dagin. ”Vit hava opið hús á Landsverki tann. 9. oktober, har vit sýna fram aktuellar verkætlanir”, sigur Birita Wardum, arkitektur, og ein av fyriskiparunum á bygningadeildini á Landsverki. ”Og so fara vit eisini at bjóða fólki ein busstúr niðan í grótbrotið í Hundsarabotni til eina heilt serliga rundvísing í einum øðrvísi og ikki sørt hugtakandi umhvørvi.