05-11-2010
Altjóða arkitekturdagur
BYGGILIST: Í dag er altjóða arkitekturdagur. Tað er á øðrum sinni, at Arkitektafelagið í Føroyum skipar fyri hesum degi her heima

Arkitekturáhugað kunnu komandi dagarnar gleða seg til forvitnisliga framsýning í Perluni og á Reinsarínum í Havn, har arkitektar sýna fram hugskot og avrik. Tórshavnar kommuna luttekur eisini við tilfari um býarplanlegging og prosjektum úr miðbýnum. Arkitekturframsýningin byrjar í dag, fríggjadagin 5. november og endar sunnudagin 7. november. Umframt hetta verða eins og í fjør forvitnisligar greinarøðir um arkitektur at finna í bløðunum.

Tilvitan um byggilist
Á arkitekturdegnum her í Føroyum ætla arkitektar millum annað at vísa á nýggja føroyska byggilist og upplýsa um, hvørja støðu føroyskir arkitektar hava. Byggilistin er ein týðandi partur í samfelagsmenningini. Hon tulkar tíð og stað, vísir á nýggj hugarák og nýggja tøkni. Føroyskir arkitektar vilja á hesum degi lata upp fyri síni vitan, sjónarmiðum og avrikum, so almennu Føroyar kunnu fáa betri innlit í og gerast meiri tilvitað um, hvat byggilist er.

Altjóða arkitekturdagur
Altjóða arkitekturdagurin í dag, 5. november, er eitt afturvendandi tiltak, sum UIA (the International Union of Architects), skipaði fyri á fyrsta sinni í 1985. Dagurin hevur síðan verið hildin á hvørjum ári um allan heim. Altjóða yvirlýsingin hjá UIA fyri arkitekturdagin 2010 er "Better city, Better life - Sustainable by Design".

Sí eisini:

World day of architecture 2010:

Arkitekturdagur í Noregi: MAN MADE TOMORROW - Arkitekturdagen 2010, har fokus på infrastruktur, fortetting og mobilitet.

Arkitekturdagur í Danmark: FORSTADENS ARKITEKTUR - Arkitekturforeningen sætter spot på forstadens arkitektur, byrum og planlægning på Arkitekturens Dag 2010.

Úrslit: