TILBÚGVING: Fyrrapartin skipaði Landsverk - saman við Brunaumsjón Landsins, Løgregluni, Ambulansatænastuni og sløkkiliðunum í Havn og Norðurstreymoy - fyri venjing í Kollfjarðartunlinum. Sambært virkandi stjóranum á Landsverki eru slíkar venjingar alneyðugar til tess at lyfta førleikan í tilbúgvingini upp á so høgt støði, sum gjørligt.
Orsøkin til, at Kollfjarðartunnilin var stongdur millum klokkan 10-12 fyrrapartin í dag, var, at Landsverk saman við samstarvsfeløgum í tilbúgvingini skipaði fyri venjing í tunlinum.
Landsverk hevur regluliga skipað fyri venjingum í tunlum. Fyrsti tunnilin við tilbúgvingarætlan var júst Kollfjarðartunnilin. Í hesum sambandi var venjing í tunlinum í 2002. Fyrr hava venjingar eisini verið í Hovstunlinum, Leynatunlinum og Norðskálatunlinum. Tilbúgvingarætlanir og venjingar hava verið gjørdar í sambandi við bygging ella dagføring av tunlum.
- Venjingar í tunlum eru alneyðugar fyri at lyfta okkara tilbúgving upp á so høgt støði, sum yvirhøvur til ber, sigur Ewald Kjølbro, virkandi stjóri á Landsverki.
Sambært luttakandi pørtunum gekk venjingin í dag sum heild væl, men tó vóru nøkur viðurskifti, sum ikki vóru heilt nøktandi. Øll viðurskiftini kring venjingina verða tikin upp millum partarnar í eini eftirmeting, ið eftir ætlan verður hildin í desember. Tá verður kunnað nærri um hetta í tíðindaskrivi til fjølmiðlarnar.
Um onkur vil vita meira um tunnilstilbúgvingina og venjingina í dag ber til at ringja til Jákup N. Olsen, samskipara av tilbúgvingini, Landsverk, tlf. 290892 ella til kunningartænastuna á tlf. 290 804/290 805.