14. mai skipar Norrønt vegforum fyri almennum seminari um at arbeiða við ferðslutrygd, um royndir úr øðrum londum og hvat vit í Føroyum kunnu læra av hesum.
Dentur verður lagdur á ferðslutrygd grundað á fakta – bæði á datagrundarlagið og átøk og tiltøk, ið veruliga gera mun.
Útlendskir serfrøðingarnir, ið hava drúgvar royndir við ferðslutrygdararbeiði, og hava fjølbroytta og viðkomandi vitan á økinum, koma at hava fyrilestrar.
So hetta er eitt gott høvi at fáa íblástur til ferðslutrygdararbeiðið her í Føroyum.
Enn eru pláss eftir
Freistin fyri tilmelding var 7. mei, men enn eru pláss eftir.
Tú meldar teg til seminarið við at senda teldupost til Armgarð Steinholm armgard@lv.fo.
Kostnaður fyri skeiðið er 1000,- kr. fyri hvønn luttakara
Tú kanst taka niður skránna her: Nordiskt Trafiksäkerhetsforum på Färöarna _2_ _2_.pdf (22 KB)