11-03-2009
Almenn móttøka á Skúladeplinum í Suðuroy

AVHENDING: Mánadagin 16. mars kl. 15.00 handar Landsverk Mentamálaráðnum nýggja Skúladepilin í Suðuroy. Í hesum sambandi bjóða Mentamálaráðið og Landsverk til almenna móttøku í skúlanum.

Skrá fyri dagin

Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki bjóðar vælkomin, og handar Skúladepilin til Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í mentamálum.

Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, heldur røðu

Ole Laursen, deildarleiðari á Miðnámsskúlanum í Suðuroy, heldur røðu

Jórun Petersen, deildarleiðari á Heilsuskúla Føroya, heldur røðu

 Tónleikur v/ Kóri úr Skúladeplinum í Suðuroy

Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, heldur røðu

Árni Winther, stjóri á Árna Winther Arkitektum, heldur røðu

Umboð fyri MT Højgaard heldur røðu

  Tónleikur v/Bólki úr Miðnámsskúlanum

Orðið er frítt.

Høvi verður hjá fólki at síggja skúlan, og drekka og ábit verða at fáa.

Øll eru vælkomin.

Úrslit: