01-10-2004
Almenn móttøka á Landssjúkrahúsinum

Almenn móttøka var í dag í samband við at nýggi bygningurin hjá Landssjúkrahúsinum varð tikin í nýtslu.

Í talu síni nevndi Hans Paul Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum, millum annað, at visiónin handan nýggja bygningin er, at gerandisdagurin skal gerast tryggari hjá øllum føroyingum. Við nýggja bygninginum hevur Landsverk vónandi verið við til at nærkast hesi visiónini og harvið eisini okkara egnu visión um at skapa eitt gott og trygt samfelag.
Landsstýrismaðurin vísti eisini á, at arbeiðið ikki steðgar við nýggja bygninginum. Fyri framman liggur ein stór uppgáva at umvæla teir gomlu og ótíðarhóskandi bygningarnar frá 60´unum. Í hesum arbeiði eigur Landsverk framvegis ein virknan lut sum byggiharri.



Poul Geert Hansen, sjúkrahússtjóri segði í røðu síni, at landssjúkrahúsið og sjúkrahúsverkið við nýggja bygninginum, ið er størsta útbygging síðani 60´ini, nærkast málinum, at alt sum kann viðgerast í Føroyum skal viðgerast í Føroyum. Hann lýsti bygningin sum eina kompleksa og kompakta eind í einum, har sjúklingurin er í fokus. Hann legði dent á, at sjúkrahúsbygging er ein tann mest kompliseraða byggingin yvirhøvur, sum krevur nógv klók høvd, og takkaði at enda øllum, sum hava verið við til at gera hetta "vælaverk" til veruleika.

Landsverk ynskir Landssjúkrahúsinum og øllum Føroyingum tillukku við nýggja bygninginum.


Hans Pauli Strøm og Oyvindur Brimnes ynskja hvør øðrum tillukku við nýggja bygninginum.


Helena Dam á Neystabø, fyrrverandi landsstýriskvinna við heilsumálum, við spakanum sum hon nýtti til fyrsta stikkið, 15. september 1998.

Úrslit: