18-01-2013
Aldumátarar verða nú settir útaftur
ALDUMÁTINGAR: Síðani ávikavist í mei og september í fjør hevur ikki borið til at fingið aldumátingar norðanfyri og sunnanfyri Føroyar. Ein loysn er nú funnin, og innan eina viku verður væntandi aftur møguligt fáa aldumátingar á havleiðunum norðanfyri og sunnanfyri.

Orsakað av eini ósemju um, hvørt Fiskiveiðueftirlitið ella Landsverk skal bera kostnaðin av at taka upp aldumátarar og seta teir útaftur, tá teir hava verið í landi til rakstrareftirlit, hava ongir aldumátarar verið norðanfyri og sunnanfyri Føroyar síðani ávikavist í mei og september í fjør.

Hetta hevur sjálvandi ikki verið nøktandi fyri eitt nú fiskifør og veðurstovur, eins og nógvar aðrar stovnar og vinnugreinar, sum gera brúk av aldumátingum.

Nú hava landsstýrismaðurin í innlendismálum, Kári P. Højgaard, sum varðar av Landsverki, og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, ið er evsti myndugleiki fyri Fiskiveiðueftirlitið, avtalað eina loysn í málinum.

Avtalan millum landsstýrismenninar ber í sær, at aldumátararnir verða settar útaftur, so skjótt sum tilber. Síðani verður spurningurin um, hvør framyvir skal bera kostnaðin av hesi uppgávu, tikin upp í landsstýrinum og ein endalig loysn funnin.

Aldumátingar hava stóran týdning fyri serliga útróðrarbátar, men eisini onnur fiskiskip, ið royna kring Føroyar. Somuleiðis eru fleiri stovnar og vinnugreinar, sum gera nýtslu av teimum dátum, sum aldumátararnir skráseta. Eitt nú danska veðurstovan, DMI, Fróðskaparsetur Føroya, Havstovan, Fiskaaling og oljufeløg.

Rakstrareftirlit má gerast við jøvnum millumbilum, og tá mugu aldumátararnir takast inn á vaktarskip og flytast til lands.

Væntandi verða aldumátararnir norðanfyri og sunnanfyri settir útaftur í komandi viku, alt eftir hvussu veðrið fer at hátta sær komandi dagarnar.

Um nakar ynskir at vita meira um hetta málið, kann viðkomandi ringja til Ewald Kjølbro, stjóra, á tlf. 290801, ella seta seg í samband við kunningartænastuna á Landsverki á tlf. 290804.

Úrslit: