28-04-2006
Áheitan um at vísa størsta varsemi í ferðsluni

Økt ferðsla komandi vikuna
Í sambandi við at Norðoyatunnilin letur upp, og at tað verður ókeypis at ferðast kring landið í eina viku, kann væntast, at ferðslan á vegunum fer at økjast nógv, og kann henda økta ferðsla hava við sær, at vandin fyri ferðsluóhappum økist.

Landsverk serliga tilbúgvið
Landsverk hevur í hesum sambandi boðað løgregluni frá, at um nøkur óvanlig støða tekur seg upp, er Landsverk serliga tilbúgvið í hesum døgum og til reiðar at veita eina hjálpandi hond, um hetta gerst neyðugt.

Í Norðoyggjum hava fólk frá Landsverki saman við sýslumanninum koyrt vegastrekkini ígjøgnum og avtalað serligar mannagongdir, um trupulleikar stinga seg upp.

Nýggj skelti við tunlarnar í Norðoyggjum
Fyri at stýra øktu ferðsluni ígjøgnum gomlu tunlarnar í Norðoyggjum betri, eru serlig skelti sett upp við tunlarnar um at vísa frástøðu, tá ið koyrt verður suður ígjøgnum teir. Landsverk heitir tí á øll fólk um at geva hesum nýggju skeltum og reglum gætur og yvirhøvur at vísa størsta varsemi í ferðsluni.

Vegarbeiði
At enda vil Landsverk eisini gera vart við, at aðrastaðni á vegunum, t.d. Kaldbaksvegnum og í Norðskálatunlinum, eru vegarbeiðir í gongd, sum kunnu darva ferðsluni og skulu tí serlig fyrilit eisini vísast her.

Úrslit: