20-09-2010
Áhaldandi betringar av ferðslutrygdini

FERÐUSLUTRYGD: Tað er at gleðast yvir, at ferðslutrygd aftur er eitt evni, sum elvir til umfatandi kjak í fjølmiðlunum, eins og tað hevur gjørt í seinastuni. Sjálvt um Landsverk áhaldandi ger dagføringar, so er tað eingin loyna, at bert teir nýggjastu vega- og tunnilsteinarnir lúka núgaldandi reglur og normar innan ferðslutrygd.

Í samband við nógva kjakið í seinastuni um ferðslutrygd, heldur Landsverk sum avvarðandi stovnur tað vera sína skyldu at greiða frá generellu støðuni á ferðslutrygdini innan vega- og tunnilskervið.

Fyrst er at siga, at gransking og royndir oftani bera í sær, at krøv til hetta og hatta broytast samsvarandi ta nýggju vitanina, ið stingur seg upp. Eisini ger ein støðugt økt ferðsla tað neyðugt at skerpa ella betra um trygdina á ávísum økjum.

Sjálvt um vegakervið áhaldandi verður dagført, so er tað ongin loyna, at tað bert eru teir nýggjastu teinarnir, sum halda núgaldandi reglur og normar innan ferðslutrygd. Tað kemur eisini fyri, at nýggjastu vegirnir av einhvørjari orsøk ikki halda reglurnar, men hetta verður í flestu førum rættað so skjótt, sum til ber.

Eins málsviðgerð
Nakað, ið kann ørkymla fólk, er, at tað kunnu tykjast at vera ymiskir normar galdandi alt eftir, um talan er um landsveg ella ein kommunalan veg. Her kann bara staðfestast, at Landsverk bert hevur myndugleika og ábyrgdina av landsvegum, meðan kommurnar sjálvar áseta ferðslutrygdarkrøvini innan egið kommunumark. Somuleiðis hevur verið róð framundir, at tað í samband við ferðslutrygdartiltøk kann vera ymiskt – alt eftir hvar í landinum talan er um – hvar hvat ber til og ikki ber til. Til hetta er at siga, at sjálvandi verða øll mál til eina og hvørja tíð málsviðgjørd eins, men av tí at normarnir broytast regluliga, so verður málsviðgerðin broytt samsvarandi frá tíð til aðra.

Nakað annað, ið ger seg galdandi á vegakervinum eins og so nógva aðrastaðni er, at krøvini til ferðslutrygdina alsamt hækka. Hetta merkir, at sumt av tí, ið ikki longur lýkur reglurnar, fyrr hevur gjørt hetta. Sum dømi um órógv fyri ferðsluna eru í kjakinum tey mongu lýsingaskeltini nevnd, ið seinnu árini hava tikið seg upp við vegamót og rundkoyringar. Til hetta er at siga, at Landsverk hevur roynt at gjørt nakað við hendan trupulleikan, men hevur fingið at vita, at stovnurin onga heimild hevur at banna hesum, tá skeltini ikki standa við sjálvan vegin, men á privatari jørð uttanfyri.

Fyrigevandi vegir
Sokallaða null-hugsjónin í føroysku ferðsluni byggir á grundhugsjónina um, at vegakervið skal vera fyrigevandi. Royndir vísa, at stórur partur av óhappunum henda orsakað av menniskjaligum mistøkum. Men sjálvt tey, sum koyra fyrilitarleyst, eitt nú við at koyra um kapp, undan løgregluni ella í samband við rúsdrekkakoyring, skulu hava ein møguleika at koma undan við lívinum ella álvarsligum løstum, um vanlukkan hendir. Tí er umráðandi ikki hava fastar lutir beint við vegin, at sjálvur vegaútbúnaðurin er tryggur og við fyrbyrgjandi tiltøkum millum annað at seta upp vegastokk, har tað verður mett neyðugt.

Stovnurin hevur seinnu árini gjørt nógv fyri at betra um ferðslutrygdina, og hetta sæst millum annað á vanlukkutølunum, har tað ongantíð áður í nýggjari tíð eru so fá deyð ella álvarsliga løstaði í ferðsluni, sum nú. Hinvegin kostar tað hundraðtals milliónir krónur at fara alt vegakervið ígjøgnum og gera allar neyðugar ábøtur. Við teirri lítlu játtanini, ið er sett av til ferðslutrygdartiltøk, kemur ein slík gjøgnumgongd at taka langa tíð, og tí má metast neyvt um raðfestingina av teimum einstøku ferðslutrygdartiltøkunum.

Um nakar hevur spurningar til hetta tíðindaskrivið, kann viðkomandi venda sær til Oyvind Brimnes, stjóra, tel. 290 801, ella til kunningareindina á Landsverki, tlf. 290 804 ella 290 805.

Úrslit: