24-08-2007
Ágrýtin og arbeiðssom ung í arbeiði

"Ung í arbeiði" á Hovsvegnum í Suðuroy. Myndina eigur Suðuroyarportalurin.

Í summar sóknaðust vit eftir ungum fólki at seta upp vegastokk (autoverju) á nýggja Strandavegin í Eysturoy og Hovsvegin í Suðuroy.

Áhugin fyri hesum størvum var so stórur, at heilar 43 umsóknir komu inn bara til verkætlanina í Eysturoynni.

Í Suðuroy vóru 9 ung fólk knýtt at verkætlanini at seta upp vegastokk á Hovsvegin, og arbeitt var í tíðarskeiðnum 23. juli til 10. august.

Á Strandavegnum vóru 8 ung fólk knýtt at verkætlanini í 2-3 vikur í summar. Til stuttleika kann nevnast, at tey á Strandavegnum í hesum tíðarskeiði settu upp 4 km av vegastokki, skrúvaðu 9000 boltar og 1000 plátur.

Samanumtikið kann sigast, at verkætlanin "Ung í arbeiði" eyðnaðist avbera væl, og eru vit hjá Landsverki sera takksom fyri áhugan og nøgd við úrslitið.

Úrslit: