framhaldi av kunningarskrivi 27. november 2009 verður kunnað um tær kanningar og ábøtur, sum síðani eru framdar, og sum ætlandi verða framdar í næstum.
Høvuðsbygningurin
Í september 2009 heitti Landsverk á Dansk Bygningsanalyse um aftur at kanna skúlan fyri at staðfesta, hvussu støðan er viðvíkjandi soppavøkstri eftir tær umfatandi umvælingar, sum vóru framdar.
Í frágreiðingini frá Dansk Bygningsanalyse 14. oktober 2009 verður gjøllari greitt frá kanningunum. Samanumtikið er niðurstøðan, at í flestu rúmum er talan um vanligt hússtøv. Í nøkrum rúmum eru staðfestar størri nøgdir av soppavøkstri, sum stava frá, at nøkur støð, har soppavøkstur varð staðfestur í fyrru kanningini, ikki eru tett nóg væl.
Í frágreiðingini er fyri hvørt rúm víst á, hvørjar ábøtur skulu verða gjørdar, og síðani skulu rúmini verða vaskað við evni, ið drepur allan soppavøkstur.
Í viku 49 varð arbeiðið at tetta og fuka bygningin gjørt liðugt.
Leygardagin og sunnudagin tann 12. og 13. desember 2009 varð tann reingerð av skúlastovum, sum Dansk Bygningsanalyse hevði víst á skal gerast, sett í verk.
Í viku 51 verða kanningar gjørdar fyri at staðfesta, um reingeringin er gjørd sum fyriskrivað.
Í jólafrítíðini verða nakrar av reingjørdu skúlastovunum kannaðar fyri at fáa vissu fyri, at soppavøkstur ikki framvegis er ein trupulleiki.
Alt arbeiði, sum mælt varð til at gera í høvuðsbygninginum, verður sostatt gjørt liðugt í ár.
Ætlan um aðrar ábøtur í høvuðsbygninginum
Ventilatiónsskipanir eru settar upp í øllum skúlastovum á vestursíðuni, og Landsverk arbeiðir við at leggja eina fíggjar-, arbeiðs- og tíðarætlan fyri at seta tílíkar skipanir upp í teimum 8 skúlastovunum á eystursíðuni, ið ikki enn hava eina luftskiftisskipan. Gongst, sum ætlað, og játtan verður tøk, kann hetta arbeiðið verða gjørt í fyrsta ársfjórðingi í komandi ári.
Gamla Hús
Fyri at fáa staðfest orsøkina til vánaliga heilsuliga trivnaðin í Gamla Húsi hevur Landsverk í samráð við Mentamálaráðið og leiðslu skúlans gjørt av:
Tann 2. desember 2009 vórðu mátitól, sum máta CO2 og hita sett upp í teimum skúlastovum, sum í løtuni verða mest brúktar, t.e. stova 31, 36, 37, og 39. Mátingarnar av CO2 verða gjørdar, til skúlin fer í jólafrí, og ein frágreiðing verður gjørd fyrst í komandi ári.
Dansk Bygningsanalyse hevur tann 7., 8. og 9. desember 2009 gjørt kanningar í Gamla Húsi, og hevur hevur í hesum sambandi mátað útlát frá bygningslutum, gjørt CO2 mátingar og hevur eisini kannað bygningin fyri soppavøkstur. Ein frágreiðing og niðurstøða frá kanningunum verður væntandi liðug fyrst í komandi ári.
Ein brúkarakanning, t.e. ein meting, sum er grundað á eina spurnarkanning, har næmingar og lærarar verða spurdir um sjúkueyðkenni o.a., verður gjørd í januar 2010.
Landsverk metir, at ein samlað niðurstøða um inniumhvørvið og orsøkir til trupulleikarnar í Gamla Húsi kann verða liðug í februar 2010.
Skúlans leiðsla, Mentamálaráðið og Landsverk taka umrøddu trupulleikar í størsta álvara. Partarnir hittast regluliga fyri at fylgja støðuni upp og at taka neyðug stig til at tryggja, at arbeiðsumstøðurnar á skúlanum kunnu verða so góðar sum til ber.
Tórshavn, 16. desember 2009
Mentamálaráðið, Landsverk og
Føroya Studentaskúli og HF-skeið