Kunningarskriv um kanningar og ábøtur á arbeiðsumvørvið á Studentaskúlanum í Hoydølum
Høvuðsbygningurin
Í desember 2007 varð staðfest í eini kanning frá Teknologisk Institut, at skúlin var í ringum standi, og at tað ikki loysti seg at høvuðsumvæla skúlan. Í staðin gjørdi landsstýrið av at byggja nýggjan skúla í Marknagili og fremja neyðugar ábøtur, so at skúlin kundi húsast í Hoydølum komandi 4-5 árini, til skúlin í Marknagili var liðugur.
Grundað á frágreiðingina frá Teknologisk Institut um soppavøkstur í høvuðsbygninginum í Hoydølum bað Landsverk í 2008 Dansk Bygningsanalyse A/S gera eina frágreiðing um, hvar og hvussu umfatandi tann av Teknologisk Institut staðfesti soppavøksturin var. Eisini var Dansk Bygningsanalyse biðið um at gera tilmæli til Landsverk um, hvørji tiltøk skuldu verða sett í verk fyri at loysa trupulleikarnar.
Tann 14. apríl 2008 var ein frágreiðing frá Dansk Bygningsanalyse latin Landsverki, har mælt varð til:
- at skifta takið,
- at tetta útveggir og vindeygu,
- at týna soppavøksturin,
- at reingera við atliti at støðuni, sum bygningurin er í,
- at betra um inniluftina.
Arbeiðið at skifta tak, tetta útveggir og vindeygu og at týna soppavøksturin varð sett í verk í 2008 og er so at siga liðugt. Farið varð undir hetta umfatandi arbeiði á heysti 2008. Í nógvum førum mátti arbeiðið verða gjørt eftir skúlatíð og í vikuskiftinum. Á vári 2009 játtaði Løgtingið meira pening til arbeiðið, sum varð gjørt á sumri 2009, meðan lærarar og næmingar vóru í summarfrí.
Síðani varð heitt á Dansk Bygningsanalyse um aftur at kanna skúlan fyri at staðfesta, hvussu støðan er viðvíkjandi soppavøkstri eftir tær umvælingar, sum eru framdar. Í frágreiðingini frá Dansk Bygningsanalyse 14. oktober 2009 verður greitt gjøllari frá kanningunum.
Samanumtikið er niðurstøðan, at í flestu rúmum er talan um vanligt hússtøv. Í nøkrum rúmum eru staðfestar størri nøgdir av soppavøkstri, sum stava frá, at nøkur støð, har soppavøkstur varð staðfestur í fyrru kanningini, ikki eru tett nóg væl.
Ábøtur framdar í oktober – desember 2009
Í nýggju frágreiðingini frá Dansk Bygningsanalyse er fyri hvørt rúm víst á, hvørjar ábøtur skulu verða gjørdar, og síðani skulu rúmini verða vaskað við evni, ið drepur allan soppavøkstur.
Arbeiðið at tetta og fuka er nú gjørt. Landsverk hevur sýnað arbeiðið 23. november 2009. Nakrir smávegis manglar eru staðfestir, og avtala er gjørd um, at hesir verða rættaðir í seinasta lagi 27. november 2009.
Í næstu viku verður tann reingerð av skúlastovunum, sum Dansk Bygningsanalyse hevur víst á skal gerast, sett í verk. Hetta arbeiðið verður gjørt um kvøldarnar, tá skúlin ikki er í nýtslu, og verður væntandi liðugt í komandi viku.
Í desember 2009 kemur Dansk Bygningsanalyse aftur til Føroya. Felagið er biðið um at góðskutryggja tað arbeiðið, sum er gjørt, og at gera neyvari kanningar í høvuðsbygninginum til tess at fáa staðfest, at trupulleikarnir eru loystir.
Ætlan um aðrar ábøtur í høvuðsbygninginum
Ventilatiónsskipanir eru settar upp í øllum skúlastovum á vestursíðuni. Hesar vísa seg at rigga væl. Í løtuni verður arbeitt við at leggja eina fíggjar-, arbeiðs- og tíðarætlan fyri at seta tílíkar skipanir upp í teimum 8 skúlastovunum á eystursíðuni, ið ikki enn hava eina luftskiftisskipan.
Gamla Hús
Kanningar av sokallaða Gamla Húsi ella gomlu dreingjakostdeildini, ið vórðu gjørdar av Teknologisk Institut í 2007, vístu, at nærum eingin soppavøkstur av týdningi varð í undirvísingarhølunum í hesum bygningi.
Fyri at fáa staðfest orsøkina til vánaliga heilsuliga trivnaðin í Gamla Húsi hevur Landsverk í samráð við Mentamálaráðið og leiðslu skúlans gjørt av:
- at CO2 innihaldið í luftini verður mátað. Hetta kann gerast við at seta mátiútgerð upp, sum mátar lufthita og CO2 innihald í luftini í skúlastovunum,
- at útlát frá bygningslutum sum lofti, gólvi og útveggjum verður mátað, soleiðis at møgulig dálking av inniluftini kann staðfestast, og eftirkannað verður eisini, um soppavøkstur er í hølunum,
- at ein spurnarkanning verður gjørd, soleiðis at staðfestast kann, hvørjar ampar næmingar og lærarar merkja.
Landsverk fer at heita á Dansk Bygningsanalyse um at gera hetta arbeiðið sum skjótast, soleiðis at trupulleikar og orsøkir kunnu staðfestast longu í ár. Neyvari tíðarætlan verður gjørd í komandi viku.
Skúlans leiðsla, Mentamálaráðið og Landsverk taka umrøddu trupulleikar í størsta álvara. Partarnir hava avtalað at hittast regluliga fyri at fylgja støðuni upp og at taka neyðug stig til at tryggja, at arbeiðsumstøðurnar á skúlanum kunnu verða so góðar sum til ber.
Tórshavn, 27. november 2009
Mentamálaráðið, Landsverk og
Føroya Studentaskúli og HF-skeið