13-01-2005
Áarlop á vegnum til Dals

Fólk frá Landsverki eru nú í holt við at bøta um skaðan, sum eitt áarlop mánamorgunin 10. januar gjørdi á vegin til Dals. Vegurin verður stongdur fyri ferðslu í morgin frá kl 9-17, og frá mánamorgunin 17. januar til fríggjadagin 21. januar frá 9-17. Tó er koyrandi millum kl 12-13.

Áarlopið skolaði eftir vegnum og fór oman av, tók skráningin niðan undir vegin á einum øki, sum er umleið 20 metrar langt.

Fólk frá Landsverki fóru beinanvegin á staðið at kanna, hvat var hent og hvat gerast kundi, so ferðslan aftur kann koyra trygt.

Úrslit: