29-06-2010
74 mió. er rætti prísurin fyri Skúladepilin

Bygging: Tað er ongin loyna, at Skúladepilin í Hovi fer at kosta meir enn upprunaliga Vágsverkætlanin. Tó er pástandurin í ávísum fjølmiðlum um, at depilin kostar 110 mió. krónur, fullkomiliga tikin úr leysari luft. Kostnaðurin er 74 mió. krónur.

Um greiðast skal frá bakgrundini fyri, at kostnaðurin fyri Miðnámsskúlan í Vági, sum seinni gjørdist til Skúladepilin í Hovi, er langt oman fyri tað upprunaliga, er neyðugt at hyggja at søguligu gongdini í málinum.

Upprunaliga var ætlanin at byggja skúlan í Vági, og hesin varð tá mettur at kosta 45 mió. krónur. Hesar ætlanir vórðu seinni broyttar, soleiðis at skúlin ístaðin varð bygdur í Hovi, meðan ellis- og røktarheim í løtuni verður bygt á ætlaða skúlaøkinum í Vági.

Tað, sum síðani hendi, var, at heilsuskúlin – sum tá húsaðist undir sera trongum umstøðum á Tvøroyri – varð tikin upp í skúlaverkætlanina í Hovi. Til hesa ætlan vórðu settar av 20 mió. krónur afturat at byggja fyri, soleiðis at samlaði kostnaðurin kom upp á 65 mió. krónur. Sostatt varð ætlanin víðkað frá bert at vera ein miðnámsskúli til at gerast ein skúladepil.

Stórt byggivirksemi var um hetta mundið. Eftir at hava samráðst við MT Højgaard, sum var einasta byggifyritøka, ið bjóðaði seg fram til at átaka sær verkætlanina, kom fram, at tað ikki bar til at byggja fyri hendan kostnaðin. Tí góðkendi Mentamálaráðið ein eykakostnað upp á 9 mió. krónur, soleiðis at samlaði kostnaðurin kom upp á 74 mió. krónur.

Tó skal viðmerkjast, at MT Højgaard, sum hevur bygt skúlan, krevur umleið 10 mió. krónur afturat, orsakað av øktum byggiútreiðslum. Hesa eykarokning noktar Landsverk at gjalda.

Trupulleikar við byggingini
Sum við flest øðrum nýbyggingum koma størri og smærri trupulleikar undan kavi eftir innflytingina. Hetta kom fram í samband við tað fyrra garantieftirlitið av skúlanum í Hovi, sum varð gjørt eitt ár aftaná, at hann varð tikin í nýtslu. Tað seinna verður gjørt, tá fimm ár eru liðin.

- Eftir fyrra garantieftirlitið stóð greitt, at fleiri trupulleikar eru við skúlanum. Til dømis viðvíkjandi ljóðviðurskiftunum millum undirvísingarhølini og í samband við gjóst inni á skúlanum, sigur Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki.

Stjórin vísir á, at ein ætlan er gjørd fyri, hvussu trupulleikarnir kunnu loysast, og tað arbeiðið er longu farið í gongd. Hetta ger MT Højgaard fyri egna rokning.

Um onkur hevur spurningar til hetta málið, kann viðkomandi ringja til Oyvind Brimnes, stjóra á Landsverki, á tlf. 290 801, ella venda sær til kunningareindina á tlf. 290 804.

Úrslit: