18-12-2008
28 bjóða seg fram til Marknagil
SKÚLADEPILIN: Freistin at bjóða seg fram at vera við í kappingini at gera størstu verkætlan í føroyskari skúlasøgu var úti í gjár. Fimm av teimum, sum hava boðað frá luttøku sleppa at geva tilboð í eini avmarkaðari útbjóðing

Vit vistu at áhugin fór at vera rímuliga góður, og tað vísir hann seg nú eisini at vera. Hetta skuldi verið haldgott grundarlag at arbeitt víðari á, sigur Kristian Rasmussen, leiðari á Verkleiðsludeildini hjá Landsverki.

Undangóðkenning

Herfyri bjóðaði Landsverk áhugaðum heildarráðgevarum at søkja um undangóðkenning til at geva tilboð upp á projektering av verkætlanini.

Talan er um eina sokallaða avmarkaða útbjóðing við undangóðkenning. Tað merkir, at feløg bjóða seg fram og at tey, sum vera mett at hava besta førleikan verða vald burturúr og sleppa at bjóða uppá verkætlanina.

Freistin at boða frá luttøku var úti í gjár. Inn komu 28 umsóknir. Av hesum verða fimm vald burturúr, at vera við í teirri avmarkaðu útbjóðingini

Flestu umsøkjararnir eru úr Danmark. Nakrir eru úr Íslandi, nakrir úr Føroyum.

Fimm sleppa at bjóða

Tá ið teir fimm ráðgevararnir eru valdir út verður útjóðingartilfarið sent teimum. Hetta hendir væntandi fyrst í februar .

Freistin at geva tilboð verður helst í apríl. Tá verða í mesta lagi tvey feløg vald burturúr hópinum av fimm, og hesi tvey fáa so í boði at luttaka í eini sokallaðari paralellari uppgávu.

Undir hesi tilgongdini verða samrøður hildnar við teir báðar luttakararnir og skulu teir síðani gera hvør sítt skipanaruppskot fyri allan skúladepilin. Út frá samrøðunum og skipanaruppskotunum verður so kosin ein vinnari.

Long tilgongd

Tað tekur drúgva tíð at fremja so stóra verkætlan sum hana við Marknagil og tað fara helst at ganga umleið trý ár til sjálvt arbeiðið við at byggja skúladepilin byrjar.

Arbeiði við projektuppskotinum og høvuðsprojektinum byrjar væntandi í november næsta ár. Og í november 2011 verður spakin so loksins settur í við Marknagil.

Skúladepilin skal hýsa virkseminum hjá Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Hoydølum, Tekniska skúla í Havn og Føroya Handilsskúla í Havn.

Skúlin fær eina felags leiðslu og skal eftir ætlan verða karmur um miðsnámsútbúgvingarnar í høvuðsstaðarøkinum.

Úrslit: