UNDANGÓÐKENNING: Freistin fyri undangóðkenning í sambandi við bygging av nýggjum miðnámsskúla í Havn – Skúladepilin við Marknagil – var úti tann 22. januar. Landsverk, sum er almennur byggiharri, er nú komið á mál við at viðgera tilfarið, sum er innkomið í sambandi við undangóðkenning av arbeiðstakarum
Tað vóru samanlagt 24 fyritøkur, sum bjóðaðu seg fram at standa fyri teimum ymsu stórarbeiðstøkunum í Føroya størstu byggiætlan nakrantíð. Av teimum 24 eru 21 fyritøkur nú undangóðkendar til víðari luttøku í sambandi við innlating av tilboði til eina ella fleiri av teimum átta stórarbeiðstøkunum, sum verkætlanin er býtt upp í.
Tær átta stórarbeiðstøkurnar eru hesar: 1) Jørð, kloakk, betong og stálarbeiði. 2) Innilokan 3) Innrætting o.a. 4) El-arbeiði o.a. 5) HVS, luftskiftisskipanir o.a. 6) Múraraarbeiði o.a. 7) Málaraarbeiði o.a. 8) Lendisarbeiði o.a.
Yvirlit yvir tær 21 fyritøkurnar, sum nú hava fingið undangóðkenning, kann takast niður her:
Góðkendir luttakarar_undangóðkenning.pdf(220 KB)
Næsta stig verður at geva teimum 21 fyritøkunum atgongd til prosjekttilfarið, soleiðis at tær kunnu geva tilboð upp á arbeiðstøkurnar.
Samlaðu byggiútreiðslurnar fyri Marknagilsdeplin eru í verklagslógini ásettar til at vera í mesta lagi 391 mió. kr. Tá er innbúgv og onnur útgerð, sum væntandi fer at liggja um 60 mió. krónur, ikki íroknað
Miðað verður eftir, at lisitatiónin verður hildin í apríl mánað.
Um tú vilt vita meira um hetta evnið, ber til at seta seg í samband við Ewald Kjølbro, stjóra á Landsverki, tlf. 290 801, ella við kunningartænastuna á tlf. 290 804 / 290 805.