Norðoyggjar
Eysturoy
Streymoy
Vágar
Suðuroy
Havnir
Verkætlanir
Um vevmyndirnar
Landsverk hevur 35 vevmyndatól við landshavnir og landsvegir. Vevmyndatólini eru ætlaði til at kunna um, hvussu støðan er á landsvegunum, og í landshavnunum.
Fyri at síggja, hvussu sær út, tá tað er myrkt, eru infrareyð ljós (IR ljós) sett á nógv av vevmyndatólunum. Tá IR ljós verður nýtt í samband við vevmyndatøku í myrkri, verða myndirnar svart/hvítar. Tær grána nógv og hetta ger, at svarti vegurin gerst gráur, um vatn er á honum, alt eftir hvussu heitt ella kalt vatnið er. Ofta líkist tað kava. Tað er ikki altíð einfalt at skilja ímillum kava og til dømis regn. Kavi verður miðal gráur til bjart gráur. Tí er neyðugt at brúka tær veðurdátur, sum veðurstøðin á staðnum gevur aftrat, fyri at kunna gera sær eina meting av støðuni.