10-05-2022
Arkitekturpolitikkur og Karmar um Lív
Mynd: Ole Jensen
Arkitekturpolitikkurin varð almannakunngjørdur á væleydnaðu ráðstevnuni ”Karmar um Lív – okkara ábyrgd” í Norðurlandahúsinum 6. mai.

Endamálið á ráðstevnuni var at viðgera, hvussu eitt samfelag best eigur at skapa karmar um lív og virksemi og at planleggja bústaðir og bústaðaøki.

Í Føroyum kunnu vit gleðast um støðugt vaksandi fólkatal og virksemi. Nógv verður bygt í dag, men ofta í skundi fyri at nøkta ein bráðtørv og uttan neyðuga langsiktaða planlegging. Lítið fjølbroytni er í bústaðarbyggingini, og lagt verður ikki upp fyri ymiskleikanum í teimum fólkabólkum, sum liva í føroyska samfelagnum í dag.

Á ráðstevnuni komu føroyskir og útlendskir fyrilestrahaldarar at geva sítt boð upp á, hvussu vit við okkara manngjørdu inntrivum kunnu skipað eitt gott samfelag í framtíðini.

Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverk, setti ráðstevnuna, og eftir hann legði Ole Jensen frá Landsverk, fram nýggja almenna arkitekturpolitikkin hjá Landsverk. 

Sigurd L. Lamhauge legði millum annað dent á, at vit øll ynskja okkum ein góðan, sunnan, ljósan og livandi bústað. Vit ynskja okkum ein bý ella bygd, har vit trívast, har tað er pláss fyri menniskjanum, fyri børnunum og fyri samveru. Vit ynskja okkum vakrar hugtakandi bygningar, góðar vegir og tunlar og savnandi almenn rúm, har vit sum fólk hittast og liva í felag.

Til seinast segði stjórin, at vit vilja skapa eina skipan, har vit leggja dent á arkitektoniska dygd, á planlegging, burðardygd og nýmenning.

Vit vilja eggja til umhugsni, tilvitan og planlegging í okkara skipanum, so vit kunnu skapa vælvirkandi, vøkur og haldgóð verk, sum veita stimbrandi og heilsugóðar karmar um virknað og lív." segði Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverk. 

Til ber at lesa arkitekturpolitikkin hjá Landsverk her

 

Úrslit: