Fleiri av verandi bústøðum í Tórshavn til fólk við menningartarni eru í gomlum og slitnum sethúsum, ið ikki eru hildin við líka, og sum aloftast ikki eru hóskandi til endamálið. Eirargarður er einasti vardi bústaður, sum í síni tíð varð bygdur til endamálið. Verandi bústaðir og bústovnar eru í ringum standi, bíðilistin til búpláss er langur, og eingi tøk pláss eru í skipanini til bráðfeingis búpláss.
Nýggja heimið er staðsett á Mýruni í Hoyvík. Heimið fevnir um tvey sambýli, har hvørt sambýlið er ætlað 18 fólkum. Hvørt sambýlið fer at fevna um tríggjar eindir við seks búfólkum í hvørjari eind. Av hesum eru tvær eindir sjálvstøðugar íbúðir á 40 fermetrar. Tilknýtt hvørjari av hesum eindunum, skal vera køkur/stova. Triðja eindin skal fevna um vanligar tvey-rúms íbúðir á 50 fermetrar við egnari inngongd, ið liggja fyri seg sjálvan. Umframt búeindirnar fevnir hvørt sambýlið um felags fasilitetir, so sum starvsfólkarúm, starvsfólkaumklæðing við baðirúmi og sansa/venjingarrúm til búfólk, reingerðarrúm og vaskirúm.
Verkætlanin er seinkað tríggjar mánaðir, vegna eitt nú seinkaða tilfarsveiting.
Arbeiðið gongur væl og tíðarætlanin heldur.
Sambýlið á Mýruni reist
Vegna serligar veitingar av tilfarið og ringt veður í vetur, er tíðarætlanin seinkað nakað.
Landsstýriskvinnan í Almannamálaráðnum, Elsebeth M. Gunnleygsdóttur, loysti fyrsta flagið til nýggja sambýlið við fólk við menningartarni.
Eftir at skipanaðaruppskotið varð handað 6. september 2019 var greitt, at 29 mió. kr. var ov lítið í mun til krøv og ynskir. Verkætlanin varð tá fyribils steðgað. Gongd er nú komin á aftur verkætlanina. Farið er undir at fyrireika prosjektuppskotið.
MAP Arkitektar eru farin undir at prosjektera verkætlanina, sum væntandi verður liðug í februar 2020.
Sáttmálasamráðingar eru enn í gongd við MAP. Verður væntandi undirskrivað í næstum.
Undangóðkenning av ráðgevum fór fram í oktobur 2018, har fýra ráðgevarar vórðu undangóðkendir. Talan var um MAP Arkitektar, ZETA Arkitektar, Arkitektar 99 og SNA. Tilboð upp á sjálva ráðgevingina vórðu latin inn síðst í novembur, og MAP Arkitektar vunnu uppgávuna at standa fyri tekniskari ráðgeving í samband við arkitekta- og verkfrøðingaarbeiðið. Landsverk er í løtuni í sáttmálasamráðingum við MAP um heildarráðgeving.
Undangóðkenning til ráðgeving er boðin út. Talan er um tvær byggiverkætlanir, og byrjað verður við Sambýlinum á Mýruni í Hoyvík, har stovnar áður hava húsast.
Fyrireikingar verða nú gjørdar at bjóða út ráðgevingina í sambandi við verkætlanina, sum væntandi fer út fyrst í juli.
Bygginevndin mælir til at útboð til ráðgeving fyri fyrsta sambýlið verður í mars-apríl 2018, og høvuðsarbeiðstakaraútboðið í januar 2019. Útboð til ráðgeving fyri seinna sambýlið verður í oktober-november 2019, og høvuðsarbeiðstakaraútboðið í juli-august 2020. Gongst eftir ætlan verður fyrsta sambýlið klárt í mars-apríl 2020, og tað seinna í oktober-november 2021.
Bygningsánari: Almannamálaráðið
Brúkari: Almannaverkið
Byggiharri: Landsverk
Høvuðsráðgevi: MAP Arkitektar
Høvuðsarbeiðstakarar: Sp/f ÁTS, Sp/f Install og Sp/f Reno-Vent
Tíðarætlan: Væntandi liðugt januar 2023
Kostnaðarætlan: 46,0 mió. krónur