Lýsing

Verklagslógin frá 5. mai 2021 á 30 mió. fevnir um ein umsitingarbygning til Sjóvinnustýrið á Giljanesi. 

Bygningurin verður bygdur á matr.nr. 319h á Giljanesi í Vága Kommunu. Bygningurin fevnir um bygning, atkomu, parkerings- og uttanumøkið. Bygningurin verður um 800 kvm. til støddar í tveimum hæddum og grundøkið 1480 kvm.

Frá høvuðsinngongini kemur ein inn í stóra og høga felagsrúmið, ið savnar báðar hæddirnar í eitt rúm, ið er ljóst og innbjóðandi rúm. 

Miðrúmið er hjarta í bygninginum, ið savnar báðar hæddirnar. Ein góður máti at geva vitjandi og starvsfólkið yvirlit yvir virksemií bygninginum. 

Støðan

mars 2022

Avlopsgrótið verður koyrt burtur og betongarbeiðið kemur fylgjandi. 

november 2021

Landsstýrismaðurin í Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum, Magnus Rasmussen, setti hakan í til nýggja Sjóvinnustýrið. 

juni 2021

Sáttmáli undirskrivað millum Landsverk og p/f Búsetur. 

januar 2020

Játtanin á 13,7 mió. kr. er ov lítil í mun til krøv og ynskir til bygningin. Nýggjasta kostnaðarmetingin vísir, at bygningurin fer at kosta umleið 30 mió. kr. Í verandi løtu verður arbeitt við at bjóða bygningin út í heildararbeiðstøku, sum fer at staðfesta kostnaðin á bygninginum. Útboðið fer eftir ætlan út fyrst í 2020.

oktober 2018

Arbeitt verður í løtuni við at kanna kostnað og lendisviðurskifti. Sjálv byggingin skal eftir ætlan byrja í 2020.

juni 2018

Avgerð er tikin um at byggja Sjóvinnustýrinum nýggjan bygning í Miðvági. Landsverk fer nú undir at samskifta við Vága kommunu við atliti til at ogna sær hóskandi grundøki frá kommununi til endamálið.

Tekningar / Konsept

mynd
mynd
mynd

Tekningar / Konsept

mynd
mynd
mynd

Fakta

Bygningsánari: Umhvørvis- og Vinnumálaráðið

Brúkari: Sjóvinnustýrið

Byggiharri: Landsverk

Høvuðsráðgevi: ZETA arkitektar

Høvuðsarbeiðstakari: P/f Búsetur

Tíðarætlan: Oktober 2023

Kostnaðarætlan: 30 mió. krónur

factimg
Úrslit: