Almannaverkið hevur víst á, at tørvur er á einum depli til børn og ung við autismu. Almannamálaráðið hevur sett eina bygginevnd, sum hevur orðað eina byggiskrá, ið er send ráðnum og Løgtinginum. Eisini hevur aðalráðið borið uppskot til verklagslóg í Løgtingið. Sambært byggiskránni verður talan um ein bygning á umleið 1.000 fermetrar. Í uppskotinum til verklagslóg verður mælt til at játta 39,0 mió. krónur til samlaðu verkætlanina. Bygningurin skal hýsa eini búeind, eini umlættingareind, eini virkniseind og eini starvsfólkaeind.
Arbeiðið gongur væl.
Bygningurin er innilokaður og eru arbeiðstakarar í gongd við at klæða bygningin. HVS - og El arbeiðið er byrjað.
Heim til børn og ung við autismu reist.
Vegna eykaarbeiði og ringt veður í ár, er verkætlanin seinkað áleið 2 mánaðir.
Spakin varð settur í til heimið til børn og ung við autismu.
Verkætlanin er farin í útboð. Freistin at lata inn tilboð er 6. februar í 2020. Eftir ætlan byrjar sjálvt byggiarbeiði í apríl 2020.
Farið er undir høvuðsprosjektið, sum er seinasta liðið í prosjekteringini av verktlanini. Sjálv byggingin verður boðin út um hálvan november. Ætlanin er at fara undir byggingina umleið hálvan apríl 2020.
Ráðgevarasáttmáli er undirskrivaður, og nú verður farið undir næsta prosjekteringsstig, sum er prosjektuppskotið.
Útboð var í september 2018, har Kontrast vóru valdir sum heildarráðgevar. Farið er undir prosjektering av verkætlanini. Landsverk hevur móttikið skipanaruppskot frá heildarráðgevanum, sum er fyrsta prosjekteringsstig.
Byggiskrá er liðug og góðkend av landsstýriskvinnuni í almannamálum. Útboð til heildarráðgeving fer út í viku 25. Talan er um ein verkætlan, ið fer at hýsa 6 búplássum, 6 umlættingarplássum, virkniseind við upp til 15 brúkarum, og eini starvsfólkaeind.
Bygginevndin mælir til, at ráðgeving verður boðin út um miðjan apríl 2018, og høvuðsarbeiðstakaraútboð um miðjan februar í 2019. Gongst eftir ætlan, skal bygningurin standa klárur í mai 2021.
Bygningsánari: Almannamálaráðið
Brúkari: Almannaverkið
Byggiharri: Landsverk
Høvuðsráðgevi: Sp/f Kontrast
Høvuðsarbeiðstøkur: Sp/f Konsax, P/F Búsetur, Sp/f Páll Olaf Jacobsen, Sp/f EL.FO, Sp/f Gólvfix v/ Sigurd Hentze og Sp/f Málarameistari Anskar Hansen
Tíðarætlan: Mars 2023
Kostnaðarætlan: 39,0 mió. krónur