03-06-2008
Mynstur broytast - Landsverk bygt land í 60 ár

Í ár eru 60 ár síðani stovnurin, sum vit í dag kenna sum Landverk, varð settur á stovn. Í hesum sambandi er bók komin út undir heitinum ”Mynstur broytast – Landverk bygt land í 60 ár”.

Seinastu seksti árini er landið broytt meira enn tey flestu høvdu ímyndað sær. Broytingarnar í landslagnum hava skapt nýggj mynstur og kervi, ið skapa nýggjar møguleikar.

Við hesi bók ynskir Landverk at lýsa stovnin í samfelagsligum høpi og samstundis tekna eina søguliga mynd av stovninum. Bókin lýsir, hvussu stovnurin í sínum virki hevur ávirkað og ávirkar samfelag og mentan. Tí er hetta ikki bert ein mynd um fortíð og søgu, men eisini um samtíð og framtíð.
Stovnurin Landsverk hevur undirheitið ”byggir land”. At byggja land er ein samansett uppgáva, ið bæði kann vera ítøkilig sum ein brúgv og abstrakt sum ein samleiki. Teksturin í hesum riti flytur seg millum hesar støddir og knýtir tær saman.

Bókin er bygd upp við átta pørtum, sum greiða frá týdninginum av virkseminum hjá stovninum í samfelagnum hesa tíðina. Tað eru Firouz Gaini, fólkalívsfrøðingur, sum hevur skriva hesar partar.

Ímillum hesar átta partarnar eru varðar á vegnum um týdningarmiklar og ítøkiligar hendingar í tíðarskeiðinum, óheftir av høvuðspørtunum. Helgi Jacobsen, tíðindamaður, hevur skrivað.

Bókin er til sølu fyri kr. 275 í bókahandlum kring landið frá týsdegi 3. juni.

Úrslit: