13-03-2024
Venjing í sambandi við tilbúgving í Sandoyartunlinum
19. desember 2023 høvdu Tórshavnar Sløkkilið, Politiið, Heilsuverk Føroya og Landsverk venjing í Sandoyartunlinum.

Endamálið við venjingini var at royna trygdarútgerðina í tunlinum, samskiftið og samstarvið partanna millum, og finna møguligar manglar ella veikleikar og bøta um teir.

Eygleiðarafrágreiðingar og viðmerkingar 
Tað er sera týðandi, at allir partar skilja høvuðsendamálið við venjingini, tí verður altíð gjørd ein arbeiðsætlan áðrenn venjingina. Hon lýsir samlaða endamálið við venjingini, luttakandi partar í venjingini og deilendamálið hjá ymisku pørtunum.
Afturmeldingin frá eygleiðarunum var, at venjingin sum heild var væl fyriskipað. 
Eftir venjingina gjøgnumgekk bólkurin eygleiðarafrágreiðingarnar og viðmerkingar frá Politinum, Tórshavnar Sløkkiliði, Sands Sløkkiliði, Heilsuverki Føroya, Ambulansatænastuni og P/F Tunnil.

Allir partar í tilbúgvingini eiga at brúka somu samskiftisútgerð
Eins og í undanfarnu venjingum, varð aftur hesa ferð staðfest, at tað er ein stórur fyrimunur, tá allir tilbúgvingarpartar brúka somu samskiftisútgerð, men so er tó ikki í føroysku tilbúgvingini í løtuni. Tað er tó eitt framstig, at samskiftisútgerðin Kima, hjá Føroya Tele, nú verður brúkt. 

Gott tvørfakligt samstarv millum átakspartarnar
Ein fyrimunur við hesi venjingini var, at átakspartarnir áðrenn venjingina høvdu luttikið á einum tvørfakligum átaksleiðaraskeiði um tunnilstilbúgving. Tað sást aftur, hvussu væl átakspartarnir arbeiddu saman og loystu uppgávurnar í venjingini. 

Úrslit: