17-10-2017
Spreingja stóran stein í Dalslíð burtur
FERÐSLUTRYGD: Landsverk fyrireikar í løtuni at spreingja ein stóran stein burtur í brattlendinum oman fyri vegin ígjøgnum Dalslíð. Orsøkin er vandin fyri, at steinurin loysnar og ríður oman á vegin. Spreingiarbeiðið fer fram mikudagin 18. oktober, og neyðugt verður tí at steingja vegin frá klokkan 09.30, og so leingi arbeiðið varar. Væntandi til út á seinnapartin.

Vegagerðir í einum fjallalandi sum okkara bera sjálvandi í sær størri avbjóðingar, enn tá vegir verða gjørdir í lág- og slættlendi. Eitt nú er vandin í brattlendi tann, at grót og annað tilfar kann loysna og ríða oman á vegin.

Landsverk arbeiðir áhaldandi við at tryggja lendið fram við útsettum landsvegateinum, har vandin fyri omanlopi er størstur. Til dømis eru í sambandi við vegagerðir seinnu árini gjørdar breiðar veitir fram við vegateinum í brattlendi, ið taka ímóti møguligum leysum gróti úr lendinum omanfyri.

Eisini eru aðrar loysnir royndar. Á vegnum oman móti Tjørnuvík er sett upp trygdarhegn, tí lendið har er háttað soleiðis, at til ber at seta upp hegn har. Trygdarhegnið byrgir upp fyri vandanum við smærri grótlopum ella einstøkum steinum, ið kunnu ríva seg leysar ella fara á rull.

Í Dalslíð fram við vegnum móti Dali á Sandoynni eru fólk vorðin varug við ein stóran stein, sum í ávísan mun er loysnaður úr lendinum og møguliga stendur til at loypa niður á vegin.

Fyri at binda um heilan fingur hevur Landsverk gjørt av at spreingja steinin burtur, meðan vegurin er stongdur.

Til tess at tryggja og verja sjálvan vegin, áðrenn sprongt verður, leggur Landsverk stálplátur út á umleið 25 metrar framvið spreingistaðnum. Í hesum sambandi verður vegurin í Dalslíð stongdur fyri gjøgnumkoyrandi ferðslu mikudagin 18. oktober frá klokkan 09.30, meðan arbeiðið fer fram, og so leingi tað tekur at rudda upp eftir spreingingina. Væntandi til nakað út á seinnapartin.

Um uppruddingararbeiðið tekur longri tíð enn væntað, fara bilar at standa báðumegin arbeiðsøkið, sum ger tað møguligt hjá fólki at koma til og úr bygdini í Dali.

(Myndatekstur til høvuðsmynd ovast)
Stóri steinurin, sum er umleið tríggjar metrar til hæddar og verður sprongdur burtur í morgin mikudagin, sæst í miðjuni á myndini

 

Úrslit: