29-08-2023
Príshækkingar á asfalti, gróti og skervi
Grótbrotið í Hundsarabotni
Prísurin á asfalti hækkar frá og við í morgin 30. august 2023, meðan prísurin á gróti og skervi hækkar frá og við 18. september 2023.

Asfalt

Prísurin á asfalti verður vanliga reguleraður eftir móttøku av nýggjum bitumen, og Landsverk fekk nýtt bitumen í juli 2023 í ár. Tí verður prísurin á asfalti dagførdur frá og við mikudegnum 30. august 2023.

Nýggju prísirnir á asfalti síggjast her.

Grót og skervur

Prísurin á gróti og skervi verður frá og við mánadegnum 18. september 2023. Serliga er tað prísurin á stórum gróti, sum hækkar, tí tað er ein vøra, sum kostar okkum nógv at handfara. Príslisti galdandi frá 18. september 2023 kann heintast her.

Fylling í úrtíð

Er tørvur á at fylla grót og skerv uttanfyri upplatingartíðirnar, verður eitt eykagjald á 20 kr/tons lagt omaná vanliga prísin. Avtala um fylling í úrtíð skal altíð gerast við formannin í grótbrotinum. Hetta gjaldið verður sett í verk beinanvegin.

Úrslit: