24-08-2023
Parkeringspláss á grasfløtuni á Frælsinum
Høvuðsumvæling av Lon 5 hjá Fróðskaparsetrinum á Frælsinum 20 byrjaði í summar. Væntandi heldur arbeiðið uppá aðrar lonir fram komandi árini.

Í samband við høvuðsumvælingina, kemur bygningurin at hýsa meiri virksemi hjá Fróðskaparsetrinum enn teir gera í dag. Hetta økir um tørvin á parkering fyri starvsfólk og lesandi, tí verða parkeringspláss nú gjørd á grasfløtuni á Frælsinum.  

Talan er um eina fyribils parkeringsloysn. Í heildarætlanini fyri Kampus frá 2018, er parkeringskjallari ætlaður at vera undir jørð har grasfløtan er i dag. Parkeringskjallarin verður bygdur í samband við, at deildarbygningar verða bygdir á grasfløtuni, tá felagsbygningurin stendur liðugur. Hetta viðførur at skateboardbanin á Frælsinum verður tikin heilt ella partvís burtur, tí vegur inn á parkeringsøkið kemur at vera har skateboardbanin er í dag.  

Skatefelagið tekur hond um tilfarið, til ein nýggj staðseting er funnin. 

Niðanfyri er mynd av hvussu tann ætlaða parkeringin verður skipað. Nærri kunning um verkætlanina verður á Borgarafundi 5. septembur kl. 19:30 í auluni á Frælsinum 20, hjá Fróðskaparsetur Føroya. Sí nærri her

Úrslit: