03-07-2023
Niðurstøða av venjing á tyrlupallinum í Froðba hósdagin 23. mars 2023
Hesi stóðu fyri venjingini: Heini Østerø, Tórshavnar Sløkkilið. Martin Berg , Politiið. Hjalgrím Andreasen, Elin Jensen og Jákup Nolsøe, Heilsuverk Føroya. Jákup N. Olsen, Landsverk. Statistar og vegleiðarar vóru frá Heilsuskúla Føroya.

Vit gjøgnumgingu eygleiðarafrágreiðingarnar og viðmerkingar hjá Atlantic Airways , Tyrludeildin, Politinum, Tvøroyrar Sløkkilið, Heilsuverk Føroya, Ambulansatænastan og Landsverki.

 

Niðurstøða: Hetta var fyrstu ferð, vit skipaðu fyri eini venjing á einum tyrlupalli. Men sum heild var afturmeldingin frá eygleiðaranum, at hetta var ein væl fyriskipað venjing.

Ein innleiðandi arbeiðsætlan/tíðarætlan var gjørd, ið lýsir samlaða endamálið við venjingini, hugsaðar luttakandi partar í venjingini og deilendamálið hjá ymisku pørtunum. Tað er sera týðandi, at allir partar hava skilt, hvat høvuðsendamálið er við venjingini.

Endamálið við venjingini var, at royna samskiftið og samstarvið partanna millum og finna møguligar manglar/veikleikar og bøta um teir.

Tað er alneyðugt at allir tilbúgvingarpartar brúka somu samskiftisútgerð.

Kima - samskiftisútgerðina hjá Føroya Tele er eitt srórt framstig, men enn er brúk fyri justeringum á útgerðini.

Tyrlumanningin vísti átakseindunum, hvussu tyrlan er innrættað og hvør útgerð er tøk til bjarging. Átakseindirnar vóru sera sera væl nøgdar við átaki hjá tyrlumanningini.

Vit, sum standa fyri venjingini, hava enn einaferð lært, at tað er sera týdningarmikið at gjøgnumganga øll punkt í góðari tíð áðrenn venjingina.  Frá Startex til venjingin er liðug.

Men nakrir  manglar vóru hjá átakseindunum, men avtalað er, at umboð fyri tær ymisku átakseindirnar, Atlantic Airways , Tyrludeildin. Politiið. Sjúkrahús Føroya.Tvøroyrar Sløkkilið og Landsverk fara aftur til sítt bakland og greiða frá niðurstøðum í eygleiðarafrágreiðingunum.

Úrslit: