10-04-2019
Meira ferð setast á grønar bygningsloysnir
BYGNINGAR: Í 2018 var innflutningurin av olju til Føroya methøgur. Hetta er ikki í tráð við orkumálið hjá samgonguni um at fáa helvtina av øllum almennum bygningum at brúka grøna orku innan 2025. Um málið skal røkkast, er alneyðugt at fáa gongd á hetta arbeiðið. Við royndarverkætlanini “ORKUTAK” hevur Landsverk prógvað, at íløgur í grønar orkuloysnir løna seg.

Landsverk umsitur vegna ráðini yvir 240.000 fermetrar av bygningum, og á hvørjum ári verða fleiri bygningar lagdir afturat. Eins og stórætlaða grøna málið hjá samgonguni er ynskið hjá Landsverki eisini at ganga á odda við at raðfesta góðskustøðið á bygningum undir landinum og minka um orkunýtsluna.

Í álitinum “Orkupolitisk Ætlan”, ið var handað landsstýriskvinnuni í orkumálum á sumri 2018, var mælt til at játta 5 mió. krónur um árið til umlegging til grøna orku av almennum  bygningum. Hóast eingin játtan er sett av til hetta arbeiðið enn, hevur Landsverk kortini gjørt eina roynd at lofta hesi uppgávu, og fekk í 2016 eina góðkenning frá landsstýrinum til at fara undir royndarverkætlanina “ORKUTAK”, sum kann sigast at vera ein alternativur fíggingarleistur av orkuátøkum, har framdar orkusparingar verða nýttar til at fíggja enn fleiri orkuátøk við.

Fyri at fáa gongd á hetta arbeiðið skipaði Landsverk á heysti í 2017 fyri einum felags útboði av oljuinnkeypi til allar landsins bygningar. Sparingin hevur síðani verið brúkt til at fíggja fleiri orkusparandi tiltøk í “ORKUTAK” verkætlanini.

Fullfíggjað yvirlit yvir almennar bygningar
Eitt tað fyrsta og mest átrokandi at fáa til vega var ein sokallað orkustýringarskipan. Umframt at hava eitt fullfíggjað yvirlit yvir allar bygningar hjá landinum, inniheldur skipanin eisini upplýsingar um orkunýtsluna hjá einstøku bygningunum. Tað er bæði skjótt og lætt at finna útav, hvørja ávirkan orkusparandi tiltøkini hava á orkunýtsluna. Skjalfestast kann eisini, hvussu nógv verður spart í orku í bæði kilowattímum og í krónum fyri hvørt orkuátak. Skipanin er eitt gott amboð til raðfesting av komandi orkuátøkum og í arbeiðinum at optimera orkunýtsluna hjá stovnum.

Íløguna tvífalt aftur
Umframt at vera lønandi, skilt á tann hátt, at afturberingin frá orkusparandi tiltøkum vanliga fíggjar sjálva íløguna, so vísa royndirnar eisini, at orkusparandi tiltøk hava við sær eina virðisøking av ognini, sum ofta er á stødd við sjálva íløguna. Sí hjálagt dømi um orkuátøk og grønt samstarv millum Landsverk og Landsbókasavnið her.

Tá oljan verður skift út við grøna orku, slepst eisini undan sveiggjandi oljuprísum, dálkandi skorsteinum, CO2-útláti og tyngjandi orkurokningum. Nógvir fyrimunir eru við at samansjóða umlegging til grøna orku og vanligt bygningsviðlíkahald – bæði fyri virðið á bygninginum, fyri brúkaran, sum fær sunnari og betri inniluft og trivnað, fyri umhvørvið og ikki minst fyri framtíðar orkuútreiðslur hjá stovninum.

Í tíðarskeiðinum 2017-2019 eru 9 almennir bygningar lagdir um til grøna orku burturav og 4 lutvíst umlagdir. Samlað hevur talan verið um eina íløgu á 6 mió. krónur, meðan samlaða sparingin frá felags oljuinnkeypi og framdum orkuátøkum eftir bert tveimum árum hevur ligið um 3 mió. krónur árliga.

Enn fleiri grøn krøv leggjast afturat
Orkutak er grøna loysnin, sum Landsverk mælir til, at landið tekur til sín og stuðlar fíggjarliga fyri heilt ítøkiliga at flyta seg frá orði til at fremja í verki og taka grønu ábyrgdina í álvara longu í dag fyri at koma á mál í 2025. Grøna rákið er yvir okkum, og nýggj krøv um grønar orkuloysnir og dagføringar av ymsum slagi leggjast bara afturat. Ein nýggj kunngerð er til dømis komin í gildi, sum setir krøv til gamlar oljutangar. Longu frá 2021 skulu allir oljutangar skiftast eftir ávísum leisti. Verður hugsað um almennar bygningar, so ber hetta í sær, at eitt stórt tal av oljutangum við tilhoyrandi installatiónum skulu dagførast innan fyri eitt stutt tíðarskeið. At leggja um til grøna orku í almennum bygningum er tí eitt skundmál og einki at bíða við.

Um nakar ynskir at vita meira um hetta, kann viðkomandi seta seg í samband við Jón O. Sólsker, leiðara á Byggideildini, t-post: joso@lv.fo, tlf. 290 883.

Úrslit:
Exception in template (\Designs\LV\Paragraph\include-epos.cshtml): System.Net.WebException: The operation has timed out
   at System.Net.HttpWebRequest.GetResponse()
   at CompiledRazorTemplates.Dynamic.dffffafcdcaac.Execute()
   at RazorEngine.Templating.TemplateBase.RazorEngine.Templating.ITemplate.Run(ExecuteContext context)
   at RazorEngine.Templating.TemplateService.Run(ITemplate template, DynamicViewBag viewBag)
   at RazorEngine.Templating.TemplateService.Parse(String razorTemplate, Object model, DynamicViewBag viewBag, String cacheName)
   at RazorEngine.Razor.Parse[T](String razorTemplate, T model, DynamicViewBag viewBag, String cacheName)
   at Dynamicweb.Rendering.Template.RenderRazorTemplate()
@using System.Xml.Linq @using System.Xml @using System.Linq @using System.Net @{ HttpWebRequest rq = WebRequest.Create("http://starvssetan.landsverk.fo/REK/joblistxml.asmx/GetJobList?JobListId=1&Language=fo") as HttpWebRequest; //3 Second Timeout rq.Timeout = 3000; //Also note you can set the Proxy property here if required; sometimes it is, especially if you are behind a firewall - rq.Proxy = new WebProxy("proxy_address"); HttpWebResponse response = rq.GetResponse() as HttpWebResponse; XmlTextReader reader = new XmlTextReader(response.GetResponseStream()); XmlDocument xml = new XmlDocument(); xml.Load(reader); XmlNodeList nodes = xml.SelectNodes("//JobOffer"); int starvtal = 0; } @foreach(XmlNode node in nodes){ starvtal++; } @if(starvtal==0){ <text><style> #toptopmen li.Størv a:after {display: none;} </style> </text> } else{ <text><style> #toptopmen li.Størv a:after {content: "@starvtal";} </style> </text>}