Leigumál til Kriminalforsorgina

Við hesum verður alment lýst eftir møguligum leigumáli til skrivstovuna hjá Kriminalforsorgin

Kriminalforsorgin fer undir at skipa eina fótleinkjudeild í Føroyum, og leitar tí eftir skrivstovuhøli í Tórshavn. Leigumálið kann vera í bygningi fyri seg ella í parti av bygningi, ið er egnaður til endamálið, og nýtslan samsvarar við virksemið hjá Kriminalforsorgini. Ætlaða leigumálið kann fevna um nýggjan, útbygdan, verandi ella umvældan bygning. Krav verður sett um at leigumálið hevur egna inngongd ella møguleika fyri at gera egna inngongd.

Útboðstilfarið

Sí nærri kunning um útboði á hesi leinkju:

https://build.dalux.com/client/da-dk/public/tender/TID-30510

 

Tilboðsfreistin er fríggjadagin 3. mai 2024, kl. 14:00

Freist: 03.05.2024 KL 14:00
Úrslit: