20-06-2023
Lágmarksferð gjøgnum tunlarnar norður um Fjall
Nú er ikki loyvi at koyra minni enn 40 km/t í gomlu tunlunum norður um Fjall.

Av tí at bilførarar til tíðir koyra ov seint í gomlu tunlunum norður um Fjall, hava vit trupulleikar av, at bilar ikki klára at koyra gjøgnum áðrenn tað verður grønt í hinum endanum. 

Ljósskipanin er útrokna til, at bilar mugu koyra 40 km/t, fyri at teir skulu klára ígjøgnum tunlarnar, uttan at fáa mótkoyrandi ferðslu. 

Landsverk og Løgreglan hava tí gjørt av, at skelta tunlarnar við eini minstu ferð, har bilførarar skulu koyra minst 40 km/t ígjøgnum tunlarnar, tá ið teir hava grønt ljós. Hetta er ikki nakað, sum vit eru von við at brúka, men fyri at ferðslan skal koyra væl, mugu vit seta hetta í verk. 

Nýggja lágmarksferðin er sett í gildi beinanvegin. 

Úrslit: