06-05-2024
Kunningarfundur 16. mai um betongumvæling av Brúnni um Streymin
Vit bjóða til kunningarfund um ætlaðu umvælingarnar av Brúnni um Streymin 2025-26. Fundurin er ætlaður arbeiðstakarum við áhuga og royndum innan betongumvæling v.m. og ráðgevum við áhuga í fakeftirliti í sambandi við betongumvæling v.m.

Á fundinum fara vit at greiða frá projekteraðu verkætlanini, undangóðkenning, útboð og tíðarætlan. Her verður eisini møguleiki fyri at seta spurningar í samband við verkætlanina.  

Fundurin verður hósdagin 16. mai kl. 9.00-10.00 á skrivstovuni hjá Landsverki, Yviri við Strond 17 í Havn. 

Ikki er neyðugt við tilmelding, men vit frætta fegin um tit koma. Sendið boð til Marjuna Eysturoy, fulltrúa á maey@lv.fo ella fartelefon 290 851.

Úrslit: