20-07-2023
Komin hálvan veg við Fámjinstunlinum
18. juli 2023 er komið hálvan veg við at bora tunnilin, ið verður umleið 1200 metrar.

Arbeiðið við tunli millum Øravík og Fámjin byrjaði í endanum av juni 2022. Fyrsta skotið til sjálvan tunnilin var skotið 16. november 2022. Høvuðsarbeiðstakari er P/F J&K Petersen við Metrostav AS sum undirveitara. Høvuðsráðgevi er P/F LBF. Jarðfrøðiligu viðurskiftini hava verið avbjóðandi, men 16-17. apríl 2023 var eitt stór omanlop í tunlinum, ið viðførdi at arbeiðið bleiv seinkað umleið 8 vikur og hevur viðført eyka kostnaðir. 18. juli 2023 er komið hálvan veg við at bora tunnilin, ið verður umleið 1200 metrar.

Eisini er forskeringin/inntakið og arbeiðsvegurin Famjinsmegin við at verða klárt.

Um alt gongur gott er væntandi, at komið í gjøgnum við tunlinum í november 2023, og ætlandi verður tunnilsverkætlanin, íroknað vegbreyt, tøkni- og trygdarskipanir og tilhoyrandi vegir og íbindingar í Øravík og Fámjin, avhendað seint á heystið 2024.

Á myndini síggjast: Torkil Olsen, fakeftirlit, P/F LBF, Linn Augustinussen, verkætlanarleiðari, P/F J&K Petersen, Bogi M. Hansen, verkætlanarleiðari, Landsverk, Ingi G. Olsen, byggileiðari, Landsverk.

Á seinnu myndini sæst forskeringin/inntakið og arbeiðsvegur í Fámjin. 

Úrslit: