31-08-2023
Køkurin í H-bygninginum tikin í nýtslu
Landssjúkrahúsið er av álvara farið undir at taka H-bygningin í nýtslu, nú nýggi stórkøkurin er farin í fulla drift. Seinasta mánaðin hevur landssjúkrahúsið royndartrýst køkin og køksútgerðina.

Saman við Landsverki hava starvsfólk og veitarar verið ígjøgnum køkin og køksútgerðina, fyri at tryggja at alt riggar, sum tað skal. Tað hevur verið ein stak hugagóð tilgongd, har allir partar eyðsæð hava kýtt seg.

Nýggi køkurin á Landssjúkrahúsinum er 984 fermetrar til støddar og harafturat er ein kantina uppá slakar 300 fermetrar. Umleið 30 starvsfólk starvast í køkinum á Landssjúkrahúsinum.

Køkurin á landssjúkrahúsinum veitir mat til sjúklingar, starvsfólk, vitjandi í kantinunum, fundir og ymisk onnur høvi.

Royndarkoyringarnar og royndarsmakkingarnar hava eydnast so mikið væl, at flutt var endaliga úr gamla køkinum leygardagin 26. august.

Úrslit: