19-06-2023
Kampus: Vinnarauppskotið verður avdúkað hósdagin í Kongshøll
Hósdagin 22. juni kl. 13:00 verður uppskotið til nýggja Kampus avdúkað.

Nú hevur dómsnevndin valt, hvat av teimum seks uppskotunum sum komu inn, hevur vunnið arkitektakappingina um ein nýggjan felagsbygning til Fróðskaparsetur Føroya. Skipað verður fyri almennum tiltak í Kongshøll, har øll uppskotini verða sýnd fram, og vinnarin kunngjørdur.

Tiltakið, sum Landsverk og Setrið skipa fyri, verður í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn klokkan 13:00.

Øll er vælkomin. 

Úrslit: