05-10-2023
Innbjóðing til móttøku í nýggja Sambýlinum á Mýrini í Hoyvík
Sambýlið á Mýrini 4 í Hoyvík er klárt at flyta inn í, og í tí sambandi verður bjóðað til almenna móttøku í dag, 05/10 kl. 15.00.

Á skránni verða røður og sangframførsla. Ein góður drekkamuður verður eisini at fáa.

Húsið verður opið frá kl. 13.00 til kl. 17.30 hendan dagin, so møguleiki verður eisini hjá fólki at koma inn á gólvið, áðrenn móttøkan byrjar kl. 15.00.

Sambýlið á Mýrini er bústaður til fólk við menningartarni. Húsið fevnir um bæði sambýli og búfelagsskap, har 12 kømur/íbúðir eru í sambýlinum og 6 sjálvstøðugar íbúðir eru í búfelagsskapinum. Húsið er býtt í tríggjar búeindir við seks fólkum í hvørjari búeind.

 

Verið hjartaliga vælkomin.

Úrslit: