01-09-2023
HTU samskiparaútbúgving innan arbeiðsumhvørvi (arbejdsmiljøkoordinator)
Í samstarvi við NIRAS, fer Byggiharrasamtak Føroya at skipa fyri HTU samskiparaútbúgving innan arbeiðsumhvørvi (DK: arbejdsmiljøkoordinator). Skeiðið er treytað av, at nóg nógv tilmelda seg.

Skeiðið er ætlað byggiharrum, ráðgevum, arkitektum, arbeiðstakarum og teimum, ið samskipað uppgávur innan trygdar- og arbeiðsumhvørvið innan bygging og verklag. Talan er um eitt skeið/útbúgving, sum er í tveimum pørtum, har fyrri parturin liggur 30., 31. oktober og 01. november og tann seinni 28. og 29. november 2023. Í millum fyrra og seinna part skal ein praktisk uppgáva loysast. Undirvísingin, sum er frá klokkan 8:00 til 16:00 hvønn dag, fer fram á Parnassinum á Hotel Hafnia, eins og vitjað verður á einum byggiplássi. Upplýsast skal, at tað er møtiskylda til alla undirvísingina.



Tilmelding fer fram umvegis teldupost til Arnleyg Sørensen arso@lv.fo. Um tit hava aðrar spurningar, kunnu tit venda tykkum til Karinu N. Nolsøe, HTU leiðara á Landsverk, á kano@lv.fo. Tilmeldingar- og gjaldsfreistin er 01. oktober 2023.  

 

Eitt sindur av kunning um ábyrgd byggiharran innan trygd og arbeiðsumhvørvi í samband við størri byggiverkætlanir, finst her.    


Pláss er fyri í mesta lagið 20 luttakarum, og kostnaðurin fyri hvønn luttakara er 9.900 krónur fyri allar fimm dagarnar. Upphæddin skal flytast á konto 9181 - 128.220.6 og viðmerkja “HTU skeið og navn”.

Úrslit: