26-10-2023
”Føroyar – ein býur” millum 50 tær mest merkisverdu verkætlanir í heiminum
Landsverk varð boðið, at vera ein av høvuðsrøðarunum til altjóða tunnilsrástevnuna í fjør, nevnd World Tunnel Congress 2022.

Í framløguni varð greitt frá visjónini Føroyar – ein býur, og hví vit í Føroyum knýta oyggjarnar saman við føstum vegasambandi. Eisini varð greinað, hvørjar samfelagsligar avleiðingar fast vegasamband hevur.

Í hesum sambandi er visjónin, og tær undirbygdu verkætlanirnar, kosnar at vera millum 50 tær mest merkisverdu í heiminum. Herav verða nakrar verkætlanir heiðraðar í apríl 2024 á altjóða tunnilsrástevnuni í Shenzhen, Kina.

Landsverk er sera errin av hesum heiðrinum og at umboða føroyska infrakervi altjóða.

Niðanfyri er eitt sjónband, sum varð ein brellbiti av framløguni til tunnilsráðstevnuna í 2022.

/Images/Brandur Sjúrðarson & Sigurd Lamhauge.mp4

Úrslit: