31-05-2019
Ferðsla og Royal Run í Klaksvík
FERÐSLA: Í sambandi við Royal Run í morgin, leygardagin 1. juni, verða fleiri vegir í Klaksvík stongdir fyri ferðslu í longri og styttri tíðarskeið.

Royal Run verður í Klaksvík í morgin, har yvir 3.700 luttakarar fara at renna. Tiltakið fer at ávirka ferðsluna í býnum hendan dagin. Partar av býnum verða stongdir fyri gjøgnumkoyrandi ferðslu ávís tíðarskeið. Harafturat verður landsvegurin frá Oyravegnum til Klaksvíkar stongdur fyri allari ferðslu millum klokkan 10.00 og 14.00. Somuleiðis verður ikki møguligt í sama tíðarskeiði at sleppa víðari frá Norðoyatunlinum til bygdirnar norðan fyri Klaksvík.

Sí annars yvirlit yvir stongdar vegir í Klaksvík leygardagin her og ferðsluna her.

Kortið er gjørt í samráð við tilbúgvingina í Norðoyggjum, Landsverk og ferðslutoymið hjá løgregluni.

Úrslit: