22-06-2023
Felagsbygningurin til Kampus hevur fingið skap
Í dag, 22. juni 2023, var vinnarin av arkitektakappingini til nýggjan felagsbygning til Setrið avdúkaður.

Sp/F Henning Larsen North Atlantic við viðurkenda arkitektinum úr Gøtu, Ósbjørn Jacobsen, hevur vunnið arkitektakappingina um nýggjan felagsbygning til Fróðskaparsetur Føroya. 

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í Barna-og útbúgvingarmálum, handaði virðislønirnar.

 

Fyriuttan fyrstu virðisløn, var onnur, triðja virðisløn handaðar og samsýning til hinar tríggjar.

 

Dómsnevndin hevur avgjørt at lata hesar virðislønir:

1. virðisløn á kr. 500.000 til Henning Larsen North Atlantic

2. virðisløn á kr. 400.000 til Sp/f Kontrast og Cobe

3. virðisløn á kr. 350.000 til Arkitektar99 og BIG

 

Samsýning á kr. 250.000 til uppskotini, nevnd í talvirðisligari raðfylgju:

uppskot nr. 09052 til SNA

uppskot nr. 31122 til ZETA Arkitektar & Brim Arkitektar

uppskot nr. 65159 til MAP Arkitektar

 

Møguleiki verður hjá almenninginum at síggja innkomnu uppskotini í Kongshøll á Vestara Bryggju 15, leyardag 24. juni frá kl. 12:00 - 16:00, sunnudag 25.  juni frá kl. 12:00 - 16:00, mánadag 26. juni frá kl. 12:00 - 16:00 og týsdag 27. juni frá kl. 12:00 - 16:00.

Úrslit: