31-08-2018
Eftirspurningur eftir uppmátingum av havbotni
ARSFRÁGREIÐING: Tá Landsverk mitt í áttatiárunum byrjaði at gera uppmátingar av havbotninum – tað er uppmáting og kortlegging av havdýpinum – varð hetta sett í verk við eini verkætlan, sum í árunum 1985-89 fekk eina játtan á fíggjarlógini til uppmátingar í firðum og sundum. Síðani hevur ikki verið nøkur sertøk játtan til endamálið. Men av tí at Landsverk staðfesti ein tørv á hesum økinum, varð hildið fast við hesa tænastu, og síðani hevur stovnurin gjørt íløgur í nýggjastu tøknina innan økið.

Eitt av virkisøkjunum hjá Landsverki er havbotnsuppmátingar, sum stovnurin fór undir at gera mitt í áttatiárunum. Sum greitt frá í ársfrágreiðingini 2017-18 hjá Landsverki, sum kom út fyrr í ár, var hetta undir eini serligari verkætlan fyri eitt 4-ára skeið, ið kom á fíggjarlógina, hvørs endamál var at kortleggja dýpdir í firðum og sundum.

Síðani játtanin fór av aftur fíggjarlógini í 1989, hevur ikki verið fíggjarorka til at geva út nýggj og neyvari dýpdarkort av firðum og sundum sum heild, men einans til umbidnar uppgávur og annars eftir tørvi. Talan er tí í stóran mun um at loysa bílagdar uppgávur í havnum, við lendingar og í innsiglingarleiðum.

Árini eftir 1989 varð hetta gjørt við sonevndum einkultstráluekkoloddi, sum varð sett í ein gummibát. Sum fráleið vuksu krøvini til neyvari skrásetingar av havbotninum, og harvið til tøkniligu útgerðina at gera mátingarnar við. Í høvuðsheitum var talan um at gera mátingar í sambandi við havnarútbyggingar.

- Vit fylgdu menningini innan sjóuppmáting, og í 2007 vóru vit klár við nýggjari tøkni. Í hesum sambandi keyptu vit ein AWI-bát úr Runavík og gjørdu hann út við fleirstráluekkoloddi, sigur Anne Marie Berg Norby, ið er uppmátari á Deildini fyri Infrakervi á Landsverki.

Fullur dekningur av havbotninum
Fleirstráluekkoloddið sendir út ljóðbylgjur í eini breiðari ál upp á tvørs, og saman við positiónsútgerð og rørslusensorum til rættingar av teimum skrásettu dýpdardátunum, ber til at fáa hundrað prosents dekning av havbotninum.

- Eftir at vit fingu ta nýggju og víðarimentu útgerðina, fingu fleiri málbólkar eyguni upp fyri øktum møguleikum at útvega sær upplýsingar, sum so gjørdi, at vit fingu nýggj sløg av uppgávum. Eitt nú at gera forkanningar, har káplar og leiðingar skulu leggjast, neyv kort yvir havbotnsyvirflatuna, eins og aðrar uppmátingar. Til dømis gjørdu vit uppmáting av russiska trolaranum, Olshana, sum sakk við Flesjarnar í 2007, vísir Anne Marie Berg Norby á.

Ein partur av uppmátingunum verða latnar GST (Geodatastyrelsen), ið nýtir tær til at dagføra sjókort. Úrslitini av arbeiðinum við uppmátingum og sjókortum verða eisini send Søfartsstyrelsen til at kunngera í sonevndu kunningartænastuni, “Efterretninger for søfarende”.

Anne Marie Berg Norby vísir á, at arbeiðstakarar hava stóra gleði av betraðu góðskuni av uppmátingunum, sum vísa hvørja steinpirru á botni, so uppgávurnar eru bæði fjølbroyttar og spennandi.

Hendan dagin myndamaður okkara var umborð, gjørdu tey uppmátingar í sambandi við útbyggingini av Tórshavnar havn, Skansabryggjuni. Hesar uppmátingar av arbeiðsøkinum verða máldar eina ferð um mánaðin, so neyvt ber til at fylgja útleggingini av gróti.

Gott toymi er gull vert
Tá uppmátingarnar eru gjørdar, verða strikumyndakort og 3D-myndir av skanningum latnar arbeiðstakaranum, ið nýtir tær til eitt nú mongdarútrokningar.

Í sambandi við arbeiðið á bátinum hjá Landsverki, Nísuni, eru altíð tvey fólk umborð til at taka sær av teimum ymsu uppgávunum, sum eru tengdar at uppmátingini.

- Báturin skal setast á sjógv og gerast klárur, útgerðin skal kannast og stillast inn, og so krevur tað ikki minst ein góðan skipara at stýra og manrera bátin undir mátingunum. Hetta soleiðis, at best møguligt úrslit fæst burturúr, sigur Anne Marie Berg Norby og leggur dent á, at eitt gott toymi, sum tey eru, er gull vert.

Skipari á Nísuni er vanliga Ernst Vágsgarð, sum dagliga virkar sum formaður hjá Landsverki í Norðurøkinum.

Sí myndafrásøgn við at trýsta á fyrstu myndina niðanfyri og síðani blaða við pílinum á hvørji einstakari mynd.

Myndir: HeinesenMyndir/Landsverk ©

Ársfrágreiðingin hjá Landsverki fyri 2017-18 kann takast niður HER.


 

 

Úrslit: