Bygningurin er partur av eini langtíðarætlan fyri út- og umbygging av Landssjúkrahúsinum. Hetta byggistigið fevnir um nýggjar medisinskar seingjardeildir, føði- og barnsburðardeild, psykiatriskan depil, hølir til sjúkrahúsuppvenjing og køk. Í kjallaranum verður tøknirúm til hitapumpur, seingjavaskisentralur, høvuðsgoymsla, parkering og rúm til burturkast. Samlaða gólvvíddin er 14.500 fermetrar.

Viðlíkahald: Av samlaðu játtanini til Landssjúkrahúsið eru 4,0 mió. kr. settar av árliga til ymiskt viðlíkahald. 

Filmar:
LSH Avgrevstur
LSH Tøkni
LSH Visualiseringar

Vevmynd frá byggiplássinum

Støðan

juni 2017

Tann 28. mars samtykti eitt samt Løgting verklagslógina við tí ískoyti at játtað varð at byggja fullan kjallara undir bygningin. Samlaða játtanin til Landssjúkrahúsið fyri árini 2009 til 2021 er sostatt 652,6 mió. krónur. Sáttmálarnir um arbeiðstøkur 3, 4 og 5 eru undirskrivaðir, og arbeiðið hjá MT Højgaard er í gongd. Byrja varð at stoypa tíðliga í mars, og arbeiðið hevur gingið støðugt og skjótt síðani. Arbeitt verður nú við at gera eitt skipanaruppskot fyri kjallaran og leggja eina ætlan, so arbeiðið, sum er í gongd, verður órógvað minst møguliga. Listarfólk, sum vóru kunngjørd í februar eru farin undir at leggja teirra ætlanir til rættis.

Fakta

Arbeiðsánari: Heilsumálaráðið

Byggiharri: Landsverk

Rakstrarharri: Landssjúkrahúsið

Heildarráðgevi: Faerport II

Arbeiðstakari:
Sp/f Grettir: Avgrevstur, spreinging og grovplanering. MT Højgaard: Betong, tekja og klædningur. Húsavarðartænastan: Innandura arbeiði. Demich: Innleggingar og ventilatión. EL.FO: El og stýringar.

Tíðarætlan: Byggingin skal verða liðug á vári í 2021

Kostnaðarætlan: H-bygningurin er partur av samlaðu játtanini til Landssjúkrahúsið, á 652,6 mió. krónur.

factimg
Úrslit: