Vetrarferðsla

Á Landsverki eru vit til reiðar at taka okkum av teimum avbjóðingum, sum hálka og kavi kunnu hava við sær í vetrarferðsluni. Á síðuni her ber til hjá tær at kunna teg um, hvar og nær vit salta, rudda kava og eisini eru nøkur góð ráð til tín, ið koyrir í vetrarferðsluni.

Vit kunnu ikki heilt burturbeina allar teir ampar, ið eru í ferðsluni um veturin, men saman kunnu Landsverk og bilførarar fáa ferðsluna tryggari fyri allar partar, um øll taka ábyrgd, koyra eftir umstøðunum og ansa eftir hvørjum øðrum.

Er bilurin vetrarklárur?

Hálkan kemur oftani óvart á okkum. Knappliga ein morgun, tá tú skalt til arbeiðis, er svarthálka. Tað eru alt ov mong, ið taka kjansir í koyring á vetri og bíða ov leingi at fáa vetrardekkini á. Eru vetrardekkini ella píkadekkini ikki komin á, økist vandin beinanvegin fyri ferðsluóhappi. Tí ræður um at vera væl skøddur í góðari tíð.

Sambært kanningum hjá Landsverki seinnu árini eru tað alsamt fleiri bilførarar, sum velja vetrardekk fram um píkadekk. Av tí at  summardekk eru gjørd úr slíkum tilfari, sum harðnar, tá tað er kalt, eru øll vetrardekk betri enn summardekk um veturin. Tí eiga øll at nýta vetrar- ella píkadekk, tá vit nærkast kuldastigunum.

Í Føroyum er tað loyvt at koyra við píkadekkum í tíðarskeiðnum frá 16. oktober til 30. apríl

Mynsturdýpd
Í Føroyum fylgja vit ES-krøvum um mynsturdýpd á dekkum. Mynsturdýpdin á dekkum skal sambært "detail forskrift for køretøjer" í minsta lagi vera 1,6 mm. Tó vilja fakfólk vera við, at summardekk í minsta lagi skulu hava 2 mm dýpd og vetrardekk 3 mm mynsturdýpd.

Ansið eftir hvørjum øðrum!
At enda ein áheitan til allar bilførarar at koyra varliga í vetrarferðsluni. Lat ferðina taka ta tíð, sum krevst og halt fjarstøðu frá bilinum frammanfyri. Koyr altíð eftir umstøðunum.

Kunna teg um veðrið

Tað sama um tú skalt til útróðrar ella á sjógvin, so fært tú seinastu aldumátingarnar. Ella um tú til dømis ert staddur í eini útlendskari lufthavn og ynskir at vita, hvussu floglíkindini eru vesturi í Vágum. Tá kann veðurstøðin á Vatnsoyrum upplýsa ætt og vindmegi, umframt at vísa vevmynd av veðrinum á Vatnsoyrum. Okkara veðurtænastan er óheft av tíð og staði, umframt at upplýsingarnar eru neyvar, aktuellar og lætt atkomuligar.

Upplýsingar um veðrið fært tú av heimasíðuni her, í útvarpinum ella beinleiðis í fartelefonina umvegis app'ina. Upplýsingarnir um veðrið stava frá teimum 27 veðurstøðunum hjá Landsverki kring landið, sum veita upplýsingar um millum annað hita, vind, ætt og hvirlur hvørt 10. minutt alt samdøgrið.  Av teimum 27 veðurstøðunum eru 14 eisini útgjørdar við vevmyndatóli, soleiðis at til ber at síggja støðuna á vegnum á heimasíðuni her ella í tíni fartelefon.

Setir tú teg í bilin árla á morgni ein kaldan vetrardag, áðrenn útvarpið er byrjað, og ert tú í iva, um tað man vera hált um til dømis Gjáarskarð, ber til at kanna koyrilíkindini umvegis snildtelefon.

Tak Landsverk-appina niður á leinkjuni omanfyri

Góð ráð í vetrarferðsluni

Her eru nøkur góð ráð til allar bilførarar í vetrarferðsluni

  • Nýt røttu dekkini
  • Far heimanífrá í góðari tíð 
  • Kanna koyrilíkindini á landsverk.fo, umvegis okkara app á http://www.landsverkapp.com/
  • Minst til fartelefonina og syrg fyri, at hon er lødd
  • Hav altíð eitt teppi við í bilinum. Verður bilurin fastur í kavanum, er gott at halda seg heitan, til hjálpin er á staðnum
  • Skava kava og ís av bilrútum, speglum og lyktum, áðrenn farið verður avstað
  • Koyr altíð varliga og eftir umstøðunum
  • Halt frástøðu til bilar frammanfyri. Bremsulongdin er longri í hálku
  • Bremsa ikki knappliga
  • Um neyðugt er at steðga, so tendra ávaringarljósini fyri at ávara onnur um, at bilurin stendur stillur
  • MInst til at vísa av í góðari tíð, so bilurin aftan fyri kann taka hædd fyri hesum
  • Ansa eftir ikki at tarna teimum, sum salta og grava kava
  • Halt passandi frástøðu til gravimaskinur. Kavaskíggj kunnu taka sýnið eina løtu.  
Góð ráð í vetrarferðsluni

Filmar

Landsverk hevur latið framleiða tríggjar stuttfilmar við góðum ráðum til bilføraran í vetrarferðsluni.

Filmarnir kunnu síggjast niðanfyri:

Tá tað kavar

Kavi og kavarok hava stóra ávirkan á framkomuleikan á vegunum. Tá tað kavar eitt sindur, kann kavin bræðast burtur við salti, men kavar illa, má ruddast. Um tað er gjørligt, verður saltað fyribyrgjandi, áðrenn tað fer at kava. Hetta til tess at forða fyri, at kavin verður koyrdur fastur av ferðsluni á vegunum.

Meðan tað kavar, verða vegirnir ruddaðir við kavaplóm. Tá hildið er uppat at kava, verður aftur saltað fyri at halda kavanum, sum eftir er, burtur, og somuleiðis forða fyri, at vegirnir verða glerstoyttir. 

Vit á Landsverki gera okkara fyri at tryggja framkomuleika og veita neyðuga kunning um veðrið, men hetta nyttar alt einki, um ikki hvør einstakur bilførari í vetrarferðsluni ikki fyrst og fremst tekur ábyrgd sjálvur, og eitt nú skøðir bilin væl í góðari tíð og koyrir eftir umstøðunum. Havast skal í huga, at tað ikki bara er hálka, sum elvir til ferðsluóhapp um veturin, men eisini regn, vindur og myrkur. Høvuðsorsøkin her er nógv skerda sýnið. Landsverk vónar, at fólk altíð kunna seg væl um koyrilíkindini, áðrenn farið verður í bil ella bát, og at førarar taka neyðug fyrilit, tá kuldi er í luftini.

Vánaligt sýni

Í mjørka, regni og sum heild vánaligum ljósviðurskiftum, henda fleiri ferðsluóhapp enn vanligt. Ver tí meira ansin aftan fyri róðrið í vánaligum sýni.
 

  • Halt frástøðu til bilin frammanfyri
  • Ikki yvirhála
  • Koyr, um gjørligt, á breiðaru vegunum, har kantstrípur eru
  • Tendra mjørkaljósini (og sløkk tey aftur, tá mjørkin ikki er meira)
  • Stendur tú í eini bíðirøð, tendra ávaringarljósini, sum tekin til tey aftanfyri
  • Ger einki, sum tekur uppmerksemið frá koyringini
  • Forrútur og aðrir rútar skulu vera reinir, bæði innan og uttan
  • Tú kanst knappliga koma út fyri at koyra inn í tættar mjørkaflókar, og tá kann vera ov seint at seta ferðina niður. Laga tí ferðina eftir umstøðunum 
  • Tað er møðsamt at koyra langt, tá sýnið er vánaligt. Steðga, um tú gerst móður

Fólk til gongu og á súkklu
Minst til, at fólk í ljósum klæðum við endurskyni eru nógv lættari hjá bilførarum at síggja í skýming og myrkri.

Vánaligt sýni
Úrslit: